Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fyrsta tapið við Stórá í ár

Fyrsta tapið við Stórá í ár

| 30/04/17

Í dag stóð næsta størra styrkiroyndin í Effodeildini við Stórá, tá NSÍ kom suður til Stórá. Klokkan 14:30 bleiv dysturin bríkslaður í gongd og áðrenn tíggju minuttir vóru farnir, lá bólturin longu í málinum hjá TB/FC Suðuroy/Royn. Málskjúttin var, ikki so yvirraskandi, Klæmint Olsen. Tíverri kom hetta málið sum ein rein gáva av TB/FC Suðuroy/Royn verjuni og so var mótbrekka so at siga frá byrjan av.

Sostatt kundi NSÍ dúva uppá tað, sum teir allarhelst meistra best av øllum liðunum í Føroyum, skjótálop. Stutt undan hálvleikin skoraði NSÍ til 0-2, málskjúttin hesa ferð var Jónleif Højgaard og var tað nevniliga eftir einum skjótálopið, har Árni Frederiksberg rann undan allari TB/FC Suðuroy/Royn verjuni og alt endaði við at Jónleif kundi seta bóltin í málið.

Maurice og Mark høvdu sostatt eina 0-2 støðu í hálvleikinum, sum skuldi vendast og tað sást eisini, at TB/FC Suðuroy/Royn royndi at endurtaka tað comeback eins og ímóti B36. Spenningurin kom eisini av álvara í dystin eftir 69 minuttum, tá Poul Ingason aftur í dag skoraði eftir horna. 1-2 var støðan og nú birtist vónin um enn eitt comeback.

Men spenningurin bleiv av álvara tikin úr dystinum tíggju minuttur seinni, tá tað eydnast Per Langgaard at skorað til 1-3 sum eisini bleiv endaliga støðan.

Harvið mátti TB/FC Suðuroy/Royn lúta fyri NSÍ fyri aðru ferð í ár. Eitt má tó nevnast og tað er, at TB/FC Suðuroy/Royn hevði dyggan heimastuðul í dag – har var ein framúr stuðul til liðið í dag.