Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fyrsti dystur á útivølli

Fyrsti dystur á útivølli

| 13/02/14

Teir fyrstu venjingardystirnir eru farnir afturum bak og nú nærkast til sjálv kappingin fer í gongd. Um góðan mánað verður byrja uppá 1. deild hjá monnum. Kappingin í 1. deild er uppbygd eins og Effodeildin, við 27 umførum – tað vil siga, tað eru tríggir dystur móti hvørjum.

Okkara fyrsti dystur verður á útivølli, móti Havnar Bóltfelag.

Hesin dystur verður ivaleyst ein avbjóðandi byrjan, av tí at annað liðið hjá HB hevur oftani staðið seg sera væl. Vit hava søguliga sæð eisini havt tað trupult móti næstbesta liðnum hjá HB, men vónandi hevur Páll til ta tíð fingið greiðið á øllum tí ið skal, so vit fáa eina so góða byrjan sum møguligt uppá kappingarárið.

Fyrsti dystur í 1. deild verður leiktur í Gundadali sunnudagin 16. Mars.

Eftir HB dystin verður so heimadystur móti teimum, ið vit fluttu niður saman við úr Effodeildini, nevniliga 07 Vestur.

Sum flestum kunnugt so var 07 Vestur ein av okkara banaliðum í fjør, tí vit ikki megnaðu at vinna teir báðar dystirnar á útivølli móti vágamonnunum. Í dystunum við Stórá í fjør var so mikið so stórur munur at liðunum, at tað var fyri tey flestu heldur óskiljandi at vit ikki megnaðu at vinna á felagsliðnum úr Vágunum, tá leikt var í Vágunum.

Hesin dysturin verður 22. mars.

Triðji dysturin verður leiktur móti næstbesta liðnum hjá NSÍ á heimavølli 29. mars.

Vert er kanska at leggja merki til í dystarskránni, at vit skulu tvær ferðir til Vágs at møta okkara grannum fyri sunnan. Hetta er fyrstu ferð síðani 2012, at bestu liðini hjá okkum og Vágbingum møtast.