Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fyrsti dagur á fótbóltsskúlanum av

Fyrsti dagur á fótbóltsskúlanum av

| On 14, Aug 2013

Í dag var fyrsti dagurin hjá børnunum á árliga summar fótbóltsskúlanum. TB hevur í mong ár skipa fyri einum summar fótbóltsskúla og hevur hesin fingið størri og størri luttøku og hevur aftur í ár sett met av talið av børnum. 150 lutakandi børn vóru tilmeldaði, tá freistin var úti.

Hesin fyrsti dagurin byrjaði klokkan 13 eftir at høvuðsvenjarin “Guti” var komin við tyrluni. Frá 13-15 vóru ymiskar venjingar á skránni og síðani var farið til búffet í forhøllini í Trongisvágs Skúla. Eftir hendan matarsteðgin gekk leiðin aftur á vøllin har tað aftur bleiv vant í 1 tíma, og tann síðsti tímin í dag varð brúktur til eina lítla kapping har aldursbólkarnir blivu býttir sundur í lið og síðani vóru dystir leiktir.

Vit vóru framvið við myndatólinum og tóku nakrar myndir av røsku børnunum, sum saman við teimum mongu venjarunum og hjálparunum hugnaðu sær óført í dag.

Myndirnar síggjast umvegis hesa leinkjuna.