Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fyrsti heimadystur í VFF Cup leygardagin

Fyrsti heimadystur í VFF Cup leygardagin

| 16/01/19

Venjarafelagið skipar fyri kapping, ið feløgini nýta sum venjingardystir. Kappingin er eitt sindur øðrvísi skipa í ár og sostatt verður fyrsti heimadystur við Stórá nú leygardagin. Mótstøðuliðið eru uppflytararnir úr Fuglafirði, ÍF. Dysturin verður kl. 13. Lars Müller verður dómari.

Sum vit áður hava skrivað, so hevur felagið gjørt sáttmálar við tríggjar útlendskar leikarar. Milos Budakovic verður tøkur til dystin leygardagin, men hinir báðir útileikararnir ikki eru tøkir enn. Teir koma væntandi til landið um mánaðarskifti. Talan er um teir báðar Veljko Vukovic, ið er miðvallarleikari og Ivan Ivanovic, sum bæði kann spæla sum áloypari umframt vinstru vongur.

Umframt Milos Budakovic eru Teitur Olsen og Stefan Radosavljevic eisini klárir til dystin.

Venjaraspurningurin loystur

Afturat hesum so kann felagið boða frá at venjarin í 2019 verður Zoran Pavlovic. Hann hevur áður vant Tvøroyrar Bóltfelag. Hetta var í 1998, tá stóð hann á odda fyri Tvøroyrar Bóltfelag í 19 dystum í bestu deildini í Føroyum og í steypakappingini.
Zoran, ið er 52 ára gamal, tekur leiðsluna av liðnum 20. januar.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing