Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fyrsti heimasigur í Betrideildini

Fyrsti heimasigur í Betrideildini

| 08/05/18

So megnaði okur tað endiliga, at vinna fyrsta heimasigurin í Betrideildni í ár og sanniliga ein søtur sigur.

Uttan at gjøgnumganga allan dystin minutiøst, so vil je siga beinaveg, at hetta er besta avrik je havi sæð frá okra síðu í ár. Skal sigast, at je tíverri ikki sá dystin í steypakappingini har okur sendu verandi vinnarar úr Klaksvík úr kappingini og norður í myrkri.

Ilt er at siga júst hvat er hent við liðnum, men tað tykist sum um, at ein nýggjur neisti er tendraður.

Í uppstilingini móti EB/Streymi vóru teir, fyri mær, tveir reiðiliga nýggir leikrar á liðnum. Hóast teir hava verið við umkring liðið fyrr, so havi je ikki sæð teir spæla serliga nógv áður. Men je má rósa teimum báðum, 20 ára gomlu Rana og John Villi. Báðir spældu ein framúr góðan dyst, og tað tóktist als ikki nerva teimum at byrja inni á besta fótbóltsliðnum í Suðuroynni. At hava nakrar ungar leikarar sum megna at taka av møguleikanum, tá brúk er fyri teimum, er sera týdningarmikið og at hava ein breiðan hóp til eitt langt kappingár er alfaomega um man vil yvirliva í deildini.

Tað var týðuligt frá byrjan at TB/FC Suðuroy/Royn vildu vinna dystin móti EB/Streymi, og hóast gestirnir fingu mál nærum beinavegin, so koyrdi heimaliðið á sum onki var hent. Allir leikarar runnu nógv og stríddist fyri hvønn einasta bólt, og ein nýggj spæligleði týkist verða komin yvir liðið.

Búi javnaði við einum fínum skallara og Salmundur vísti framúr sparkiteknik, tá hann úr 25 metrum sendi eitt missil í netið til 2-1 sum eisini var hálvleiksstøðan. Sjálvt Gullok var imponeraður av vristspark-missilinum.

At gestirnir úr Sundalagnum hava nakrar fínar leikarar, sum eisini kunnu nøkur ting á einum fótbóltsvølli vístu teir fleiri ferðir. Teir javnaðu til 2-2 í einari løtu har heimaliðið hevði slept fótin av pedalini eina løtu.

Málið var sum ein vátur vøttur í andliti, men okur svaraðu tíbetur aftur beinavegin. Búi fekk fatur á einum innleggi, og hóast nærum at missa bóltin, so fekk hann sent innfyri og beint á pannuna á Ibrahim sum skallaði sigurin í netið. Sundalagsmenn høvðu ikki fingið armarnar niður eftir útjavnandi málið, so vóru teir útspældir og afturút 3-2. Hóast EB/Streymur sendi høgu miðverjar sínar fram í álopi seinastu løtuna, so megnaðu teir sær null og niks móti vælleikandi liðskipara okra, Teitur Olsen og dananum Dennis, sum stóðu sum ein múrur frammanfyri Budakovic í málinum.

Sigurin kom í hús og frøðin stór á áskoðarafjøldini, ið heppaði á liðið gjøgnum allan dystin. Nakrir sundalagsfjepparar vóru komnir suður og teir hoyrdust væl, men teir fingu ikki eitt bein til jørðina. So skjótt teir róptu eitthvørt á lið sítt, so svaraði heimafjøldin umgangandi aftur og fleirfalt í ljóðstyrki.

Vónandi megnar venjarin, Ståhl at halda geistinum uppi og koyra á í sama stíli sum móti EB/Streymi, tí so eri je vísur í, at Suðringar koma kløkka nógvar “serfrøðingar” ið annars vænta okum í botninum.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing