Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fyrsti ósigur á heimavøllinum við Stórá í ár

| 01/07/13

Effodeildin: TB 0-2 EB/Streymureffodeildin

Lagt upp var til enn ein spennandi dyst við Stórá fríggjakvøldið á jóansøku. TB var áðrenn dagsins dyst ósigrað á heimavølli, og EB/streymur hevur veruliga fingið vind í seglini seinastu umførini.

Dysturin byrjaði óvanliga seint eftir føroyskum viðurskiftum. Eiler Rasmussen bríkslaði dystin í gongd kl 20:30, og jóansøkulagið á Einherjunum var óført, teir høvdu útvega sær alskyns útgerð, fyri at skapa stemning, og sungu av fullum huga dystin á tamb. Vónandi er hetta nakað norðinganir kunnu fáa íblástur av.

TB hevði lotið í ryggin í fyrra hálvleiki. Byrjanin av dystinum var merkt av sera vánaligum fótbóltslíkindum. Eitt kraftigt æl lá eystureftir vøllinum, og hetta nervaði spælinum nakað. Bæði liðini royndu at fáa sum mest burtur úr við at halda bóltin á jørðini. Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, bæði liðini høvdu nøkur langskot, men málverjanir báðir høvdu í báðum førum gott tak á støðuni. Sum hálvleikurin leið fekk TB meira spæl á hálvuni hjá EB/Streymi, TB hevði nógv og gott spæl á síðunum, men teir blivu sjáldan vandamiklir, tí aloftast væntaði fólk í brotsteiginim, tá innleggini skuldu koma. Størstu møguleikanir fingu Ingason og Óli Johannesen. Ingason legði útsíðuna á eitt gott innlegg úrhøgru, men Rene Tórgarð bjargaði sera væl. Beint aftaná var tað Óli Johannesen sum smekkaði til, men EB/Streyma verjan tveitti seg í skotið í einum ordans kappabragdi.

Hóast TB hevði lítla yvirvág, so vóru EB/Streynarirnir eitt sindur vandamilkir í mótálopum, teir høvdu ongrar naskar royndir, men hesar fingu ikki viðhaldsfjøldina at kikka eftir ondini. Størsta møguleikan í hálvleikinum fær Leif Niclasen, tá hann tveitti seg í einn flatt innlegg frá Levi Hansen, men bólturin fór høgt yvir TB-málið.

Tá vælupplagda einherjafjøldin so smátt var farin at fyrireika seg til hálvleikssteðgin, lá bólturin í TB-málinum. Sum ikki einaferð so missir TB bóltin í uppspælinum, har Eirikur Ellendersen er farin á álop í høgra borði, Leif Niclasen útnyttar støðuna til fulnar og leggur bóltin flott í málið til 0-1. Hetta var eisini hálvleiksstøðan.

TB legði bragliga fyri í seinna hálvleiki, tí var tað summ at fáa váta vøttin framaná, at EB/Streymur skoraði til 2-0, tá einir 5 minuttir vóru spældir. Hetta málið var reinur og skærur kleyvarskapur í TB-verjuni. Eins og onkrar støður móti AB, so hoppar bólturin í feltinum, uttan nakar ger tað allarminsta til at fyribyrgja vandanum. Leif Niclasen er árvakin og prikar bóltin í kassan til 0-2.

Leiðslan var nú so mikið trivalig, at útiliðið legði seg bara heilt aftur at verja. Hetta gjørdu teir fyrimyndarliga. TB royndi at koma á baklinjuna fyri at fáa nøkur innlegg, men tað tóktist alt ov tilvildarligt og óskipað í álopinum. Babacar fekk ein frálíkan møguleika at fáa TB aftur í dystin heilt móti, men Rene Tórgarð bjargaði skallaranum.

Teir seinastu 4 dystirnar hevur TB ikki skapt so nógvar møguleikar. Tað er hugsandi, at Ingason er ov einsamallur í álopinum, og Hans F Hansen burdi kanska umhugsað, at farið til eina siðbundna 4-4-2 skipan, har Nicky Diverdics fær ein leiklut á miðum vølli saman við Ndende.

EB/Streymur skal til Andorra at leika í Champions League móti meistarunum har nú týsdagin. Okur á TB-heimasíðuni ynskja teimum blíðan byr, og vónandi fara teir at vinna Føroyum heiður og æru á leikvøllinum.

ME