Fyrsti sigurin í ár veruleiki

Fyrsta lokalbrakið í Suðuroy var á skánni í triðja umfarið av Effodeildini, tá Football Club Suðuroy tók ímóti Tvøroyrar Bóltfelag vesturi á Eiðinum í Vági.

TB byrjaði við Ivan í málinum, Andri á vinstra bakki, Teitur J. á høgra bakki og Martin og Teitur O. í miðverjuni. Á miðvøllinum vóru Rógvi, Heine M., Heini Mikal M., Arthur og Reynir meðan einsamallur fremst lá Franck.

Veðurlíkindini vóru hampulig, við einum frískum lotið eystureftir grønsvarta vøllinum, tá dómarin, Petur Reinert, brísklaði dystin í gongd kl.15:00.

TB setti seg beinavegin á dystin og hevði bóltin væl meira enn heimaliðið. Og tað gingu bert eini 5 minuttir, so legði TB seg á odda. FCS málmaðurin ikki megnaði at halda einum langskotið frá Rógva og so var Franck sum eitt snarljós yvir bóltinum og setti hann í netið. TB helt á at hava leikliga yvirvág, tó uttan, at tað hendi ikki serliga nógv meir í fyrra hálvleiki. TB hevði fult tamarhald á heimaliðnum, sum ikki megnaði at skapa nakað sum helst ímóti lotinum og teimum svørthvítu.

Seinna hálvleik legði FCS nógv fyri í royndini at fáa útjavnandi málið og kom væl betri við í dystin. Tí var tað eisini í lagi, at FCS í umleið 60 minutti javnaði, tá Jón K. Poulsen fekk skot á ein leysan bólt framman fyri TB málið, sum endaði í meskunum aftanfyri Ivan.

Málið fekk rættiliga TB liðið at rakna við og TB yvirtók leikligu yvirváðina. TB spælið var til tíðir heilt gott og TB kom eisini fram til nakar góðar møguleikar. Eitt nú rakti Rógvi stongina ta einu ferðina.

TB venjarin, Páll Hagbert, sum hevði kvika Patrik sitandi á bonkinum, setti unga Johannesen mannin inn fyri Heina Mikal, tá umleið hálvur tími var eftur.
Hetta skuldi vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri dystin, tí tá 80 min. vóru leiktir, legði Patrik TB á odda, tá hann var fyrstur á bóltinum tætt við brotsteigarblettin hjá FCS.

Hetta fekk FCS til at satsa alt í royndini at fáa útjavnanði málið, men í staðin fyri 2-2, gjørdist tað 1-3, tá Patrik uppá eitt skjótálop legði bóltin millum beinini á Rana í FCS málinum. Frøðin millum TB viðhaldsfólkini var, sum verða man, øgilig, tá 3-1 gjørdist veruleiki.

FCS fekk eftir 1-2 málið tvey beinleiðis reyð kort frá dómarinum, tá fyrst Høgni Madsen og síðan georgarin Vallerian blivu sendir undir brúsuna. Tey reyðu kortini mugu sigast at verða í lagi.

Beint áðrenn málið til 3-1, hevði Rógvi risamøguleika at skora, tá FCS málmaðurin var farin fram til eitt horna og gjørdist ov seinur heimaftur. Men við tómum FCS máli og eitt sindur úti í vinstra borið rakti Rógvi ikki bóltin nóg væl, sum endaði á stongini og síðani fór út.

Alt í alt var tað fult uppiborið at TB vann dystin, tí TB hevði bæði leikliga yvirvág og væl fleiri málmøguleikar. Eisini uttanfyri vøllin var TB greitt omaná, tí skelkandi fáir áskoðarir úr sunnaru helvt vóru og stuðlaðu, meðan heilt nógv fólk úr norðaru helvt var og stuðlaði TB liðnum. Onkur gitti eini 75 FCS viðhaldsfólk, meðan eini 200 TB viðhaldsfólk vóru møtt til dystin.

í seinni hálvleiki var ein keðiligt hending úti við reklamubandan á suðursíðuni, tá Arthur bleiv ov seinur í eini takling, tá FCS liðskiparin, Palli Augustinussen, sneiddi framvið. Palli fór umkoll og velti út í bandan. Tað bæði hoyrdist og sá sera ógvusligt út og tí var gult kort til Arthur eisini uppá sítt pláss. Tá so tann eini útlendingurin hjá FCS, Vallerian, kom yvir at harta dómaran, svarar Reinert við einum fjákutum smíli: “But he weights 600 kilos”. Ein beinleiðis háðandi og sera niðursetandi viðmerking móti Arthur sum kunnugt jú er kropsliga stórur í tí. At dómarin, sum jú sjálvur ikki just hoyrir til í fluguvektsklassanum, soleiðis tosar niðursetandi um ein leikara í dysti hann dømir og enntá so hart, at áskoðarar í 15 m radius hoyra hetta, er sera vánaligt og ósportsligt. Burtursæð frá hesum, dømdi Reinert ein fínan dyst.

5 av 9 møguligum stigum higartil í 2015 má sigast at verða meir enn góðtikið.

Einaferð TB, altíð TB

Scroll to Top