Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fyrsti venjingardystur verður í morgin

| 04/02/12

Sum liður í fyrireikingunum til komandi kappingarár, har TB aftur er á ovastu fótbóltsrók, fara teir í næstum at spæla nakrar venjingardystir. Higartil eru seks slíkir dystir avtalaðir, og umframt onkran i oynni, verður eisini farið norður um Suðuroyarfjørð, har teir hava avtalað dystir móti HB, NSÍ, B36 og AB. Í morgin byrjar tann fyrsti av hesum dystum, tá TB vitja vesturi á Eiðinum í Vági. Dysturin byrjar kl. 13, og dómari verður Lars Muller.