Gentur til landsliðsvenjing

Í fjør komu stórtíðindi um at Føroyar skuldi verða vertir fyri EM endaspælinum hjá U17 gentum í 2021. Hettar er stórt fyri føroyskan fótbólt at skulu skipa fyri einum endaspælið, og sum vertir eru Føroyar automatiskt kvalifiseraði til sjálvt endaspælið. Her skal Føroyar kappast við 7 øðrum londum, um at gerast evropameistarar. Hettar er bert aðruferð at eitt Føroyskt landslið hevur kvalifisera seg til einum endaspælið. Seinast var í 2017 tá U17 dreingirnir spældu seg til EM endaspælið í Kroatia.

Nú eru fyrireikingarnar til hettar landsliðsárið byrjaðar, og eru 4 gentur úr felagnum til fyrstu úttøkuvenjingarnar. Talan er um Bjarta B. Hammer, Halla E. Joensen, Naina Mortensen og Róa Múller.

Kian Røn, høvuðsungdómsvenjari í TB:

Det er dejligt at se at pigerne får muligheden for at vise sig frem på landsholdet. Specielt det kommende U17 EM på hjemmebane, kan forhåbentligt være med til at være en motivation for pigerne. Landskampe er noget af det største man kan opnå, og hvis man endda har mulighed for at spille en slutrunde på hjemmebane, så skal det være en motivation til at træne hver uge og jagte drømmen. Vi håber derfor også at træningskulturen bliver bedre, så vi samtidig også kan hjælpe pigerne bedst muligt til at spille sig i den endelige trup, der skal til EM.

Eisini hevur Nancy Einarsson verið til U19 landsliðsvenjing í januar, og fyrst í apríl verða so fyrstu úttøkuvenjingarnar hjá U15 gentunum. Vónandi verða nakrar TB gentur eisini at síggja her.

Scroll to Top