Gerst limur í TB

Uttan limir er onki felag!

Sjálvt um TB hevur nógvar limir, bæði íðkandi og hvílandi, er tørvur á enn fleiri. Tað er okkara vón, at tey, sum ikki eru limur í TB, tekna seg sum lim í felagnum. Ætlanin er, at tey, ið gjalda limagjald i árinum 2015, fáa eitt limakort, tá limagjaldið er goldið. Eftir hetta verður limagjaldið sent øllum limum sjálvvirkandi einaferð um árið.

 

Gjaldið fyri at gerast hvílandi limur í TB í eitt ár er: Kr. 200 ,-

Upphæddin skal gjaldast inn á konto í Eik Banka: 9181 – 358.825.6

Minnist til at viðmerkja nøvnini á teimum, ið goldið verður fyri.

 

Framyvir fer ein leinkja at liggja ovast í valmyndini, sum eitur Gerst limur.

Einaferð TB, altíð TB!

Scroll to Top