Gerst samskipari í TB

Tvøroyrar Bóltfelag søkir við hesum eftir einum samskipara, ið skal samskipa dystir, kappingar og annað ið felagið luttekur í. Samskiparin hevur eisini til uppgávu at taka sær av ymiskum fyrifallandi uppgávum hjá felagnum.

Samskiparin skal virka saman við nevndir felagsins og venjarum. Harumframt skal samstarvast við samskiparunum í hinum feløgunum í oynni í samband við fótbóltssamstarv í bæði ungdómsdeildini og vaksnamannadeildini í oynni.

Hevur hetta tín áhugað, ella ynskir tú at hoyra meira um starvið ber til at venda teg til formann Tvøroyrar Bóltfelags, Henrik Thomsen á tlf. 21 60 62 ella við at senda ein teldupost á tb@tb.fo.

Starvið ynskist sett skjótast gjørligt ella seinast 1. august. Løn eftir avtalu.

Scroll to Top