Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Gilli longt sáttmálan við AaB

Gilli longt sáttmálan við AaB

| 09/06/15

Gilli Rólantsson Sørensen hevur longt sáttmálan við Aalborg BK við trimum árum. Sostatt kann væntast at Gilli fær meira leiktíð enn hann hevur fingið í hesum kappingárinum – Gilli var tó darvaður av skaða ein stóran part av byrjanini. Móti endanum av kappingárinum hevur hann verið nærum fastur innskiftari og móti FCK í Parken byrjaði fyrrverandi TB’arin inni.

Allan Gaarde ítróttarstjóri hjá AaB sigur við heimasíðuna hjá AaB: “Vi har en tro på og en forventning om, at Gilli kan udvikle sig yderligere, og der er ingen tvivl om, at særligt hans ekstreme fart vil være vanskelig at håndtere for de fleste modstandere.”

Meira kann lesast um Gilla og nýggja sáttmálan á AaBsport.dk

Gilli hevur leikt í troyggju nummar 15 í AaB við Sørensen á rygginum – hetta verður tó skift út við Rólantsson framyvir.

Tvøroyrar Bóltfelag ynskir Gilla hjartaliga til lukku við nýggja sáttmálanum.