Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Gilli og Gunnleif skrivaðu undir í kvøld

| 13/03/12

Nógvir venjingardystir eru spældir higartil, og hóast tað ikki hevur gingið heilt gott í øllum dystunum, so eru menn væl nøgdir við fyrireikingarnar til kappingarárið. Hópurin er breiður, og er ein blanding av royndum og ungum leikarum. Allir tykjast klárir til at takla ta stóru uppgávu, sum fótbóltur á ovastu rók má sigast at vera. Í kvøld tryggjaði TB sær teir báðar evnaríku leikararnar, Gilla Sørensen og afturvenda Gunleif Olsen afturat.

Gilli Sørensen - Vongur / Álop - 30 dystir í 1.Deild - 2 dystir í 2.Deild - 3 steypadystir - 16 mál - Mynd hjá Ólavi Frederiksen

Gilli heldur fram
Ivamál var fyrr í ár, um Gilli Sørensen fór at halda fram í barndómsfelagnum, ella um hann hinvegin fór at royna eydnuna uttanlands. Men skjótt bleiv tó greitt, at Gilli aftur í komandi ár, kemur at vera partur av besta liðnum hjá TB. Hetta eru sera góð tíðindi, tí hansara fótbóltsevnir eru serstakliga góð. Hóast hann bert er 19 ár, hevur hann roynt seg á ymiskum ungdómslandsliðum seinastu fimm árini. Royndirnar hann hevur vunnið gjøgnum landsliðsfótbólt, umframt hansara lærutíð í til dømis skotska stórfelagnum Aberdeen, gera Gilla ein sera vandamiklan harra. At TB so hervið endaliga kann staðfesta, at hann aftur í komandi ár verður at síggja í søguríka svart-hvíta TB búnanum, ber brá av, at vit ganga móti spennandi tíðum.

Samspælið við hinar leikararnar gongur betur og betur, og hann er so óhugnaliga kvikur, at tað skal ómetaliga nógv til hjá einum verjuleikara, um Gilli fyrst sleppur frá honum. Vit bíða øll spent eftir, hvussu tað fer at gangast Gilla í kappingini í ár, men tað, sum er av størsta týdningi er, at liðnum gongst væl. Um Gilli kann hjálpa hesum viðvíkjandi, ja so er tað fullkomið.

 

Gunleif Olsen - 97 dystir í 1.Deild - 1 dyst í 2.Deild - 7 steypadystir - 9 mál

Gunleif aftur á kendar gøtur
At hava fingið Gunleif Olsen aftur til TB er ein fongur. Hann spældi gamaní ikki á serliga høgum støði í fjør, men hansara evnum sum fótbóltsleikari, og hansara kolossala vilja hava vit kent til longi. Nú er hann aftur her, har hann byrjaði, og um vit kenna Gunleif rætt, so fer hann av øllum alvi at gera alt í síni makt fyri at spæla seg inn á liðið aftur, har hann so mangan hevur staðið seg væl. Vit ynskja Gunleivi væl afturkomnum, og vóna at tað fer at gangast honum væl framyvir.

Hansara dygdir á vøllinum eru sera fjølbroyttar. Hann er tekniskt væl fyri, og megnar væl at halda bóltin hjá sær. Men í hansara síðstu kappingarárum fyri TB, áðrenn hann flutti til Vágoynna, spældi hann einamest í verjuni. Har stóð Gunleif seg rættuliga væl, og hóast hann ikki er av hægstu monnum, stóð hann seg væl í luftduellunum. Hvar Milan kundi hugsað sær at nýtt unga tvøramannin er tó enn ógreitt, men tað verður í øllum førum spennandi at fylgja honum.

Nú styttist til fyrsti landskappingardystur í 2012 verður bríkslaður í gongd, og hvørjir fara at mynda hópin til fyrsta dyst verður spennandi at síggja. Enn hava menn møguleikar til at imponera venjaran, og gera vart við seg. Og hóast tað ikki skuldi eydnast at komið á seðilin í fyrstu atløgu, so eru 26 aðrir dystir, sum koma aftaná, og við teimum, ovmikið av møguleikum, hjá øllum, at kempa seg fram til eitt pláss á liðnum.