Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Góður sigur á heimavølli

| 06/06/13

3. deild: TB 2-1 NSÍ

Leygardagin leikti 3.deildarliðið hjá TB dyst ímóti NSÍ á heimavøllinum við Stórá. Dysturin var tann næsti hjá TB í finalubólkinum eftir javnleikin móti 07 Vestur. NSÍ hevði undan dystinum leikt tveir dystir og vunnið báðar sannførandi, so væntandi fór hetta at gerast ein trupul dystur fyri heimaliðið.

TB byrjaði við Hugin í málinum, Pætur, Tórur M., Jákup og Páll Hera í verjuni. Jan, Jonhard, Búi og Danjal Eli á miðuni og so Arthur og Kai fremstir. 3.deildÁ bonkinum sótu Brandur, Páll, Petur, Kristin Andrias og Jens Rói.

NSÌ hevði uttan iva vænta vánaliga mótstøðu, tí teir høvdu einans 10 leikarar suðurvið, og leikti sostatt allan dystin við einum leikara færri.

TB byrjaði betri og kom til nakrar møguleikar beinaveg, og eftir umleið 10 min legði Kai heimaliðið framum eftir eitt sindur aftur og fram í NSÍ brotsteiginum. TB átti at hava økt um leiðsluna, men báði Tórur M. og Jens Rói, sum kom á vøllin fyri Danjal Eli eftir 8 min, brendu upplagdar møguleikar.

Sum fyrri hálvleikur leið, kom NSÍ betri við í dystin og leikti seg fram til fleiri álop, sum tó ikki blivu vandamikil. Serliga Eddie Mikkelsen á vinstra vongi, sum vist hevði gloymt at hann blivin 43 ár, leikti væl og snýtti ferð eftir ferð TB leikarar. Tað komu tó ikki fleiri mál í fyrra hálvleikið, so eftir 45 min var støðan 1-0 til TB.

Í seinna hálvleikið skiftið TB nógvar leikarar og hetta gjørdi at spælið hjá TB ikki var so samanhangandi sum í fyrra hálvleiki. Tá leiktir vóru umleið 15 min av seinna hálvleikti trekti Tórur M. solo frameftir í vinstru síðu og langaði bóltin inn fyri NSÌ málið. Við aftaru stong stóð Danjal Eli og fekk við lærinum skumpa bóltin í netið til 2-0. NSÍ leikarnir vóru í øðini, tí teir vildu verða við at Danjal Eli var rangstaddur, men dómarin lat ikki við seg kom og góðkendi málið.

Eftir hetta tók NSÍ yvir og stýrdi meginpartin av dystinum. Poul Ennigarð og Eyðstein Skipanes eru menn við sera drúgvum royndum, og sjálvt um formurin ikki er tann sami sum onkuntíð fyrr, so vístu teir hví teir hava leikt nógvar dystir (249 & 88) í fremstu føroysku deildini. Eddie Mikkelsen, sum er skrásettur við 101 dystum í fremstu deildini, fortsetti í tarra vinstra borið at gera nógv um seg, og tað var ikki fyrr enn Kristin Andrias bleiv settur at dekka Eddie, at hann hvarv úr dystinum. Kristin Andrias gjørdi eitt framúr gott defensivt arbeiði tá hann kom á vøllin fyri Pætur á høgra bakkinum.

NSÍ leikti seg fram til fleiri møguleikar og vunnu nógv hornaspark, meðan TB mestsum bert stóð aftarliga og bíðaði eftir at dómarin skuldi floyta dystin av. Tað gjørdist tó bert til eittans NSÍ mál, sum teir fingu beint áðrenn vanliga leiktíðinn var av. NSÍ fekk eisini møguleikan at koma uppá javnt, tá NSÍ leikari nærum gjørdist leysur framman fyri Hugin, men lukkutíð var Páll Højsted uppá vakt sum ein schefari, sum Jack Petersen á sinni tók til. Páll kastaði seg í eina nærum ómøguliga takling og fekk bóltin út til horna og bjargaði harvið TB øll trý stigini.

páll

Páll Højsted

Annars fekk Danjal Eli eisini møguleikan at gerast dupultur málskjútti, tá hann eftir umleið 75 min hegnsliga bleiv spældur ígjøgnum og gjørdist einsamallur við NSÌ málverjanum. Hví hann skeyt bóltin langt yvir málið ístaðin fyri í málið, fáa okur nok aldrin svar uppá.

Alt í alt ein fínur heimasigur, sum tó sagtans kundi enda við einum javnleiki um Páll Højsted ikki var so avgjørdur tá á stóð.

Málið hjá Kai var samstundis hansara fyrsta í 2013 og hann legði seg harvið á eitt deilt annaðpláss á topskoraralistanum, bert 1 mál aftanfyri Jákup, sum einsamallur førir listan við 2 málum.

3.deild hevur ikki tapt nakran dyst siðan 11. august í fjør, so liðið er inni einum sera góðum stima, sum vónandi heldur fram komandi leygardag tá Víkingar koma á vitjan.

JRS