Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Góður venjingardystur

| 08/02/13

At Poul Ingason er ein vandamikil álopsleikari, tað máttu sunnanmenn ásanna farna vikuskifti, tá unglingin bombaði trý skot í málið. Poul verður sannuliga ein spennandi leikari at fylgja í ár (Mynd: Bjarni Nygaard)

Farna vikuskifti, var 1.Deildarliðið hjá TB í Vági, har FC Suðuroy, sum í ár spælur í 1. Deild, hevði bjóðað til venjingardyst. Veðrið var ikki tað besta til fótbólt, og vindurin hevði hug til at darva viðhvørt. Úrslitið av ársins fyrsta venjingardysti bleiv 4-3 til vertirnar, sum uttan iva ætla sína tilveru, í næstbestu deildini, at vera stokkuta. Í morgin verður so høvi til at síggja Effodeildarliðið hjá TB royna seg móti FC Suðuroy, og spælt verður við Stórá. Hetta verður fyrsti venjingardysturin hjá okkara fremstu manning, so spennandi verður at síggja, hvussu teir fara at royna seg. Dysturin byrjar kl. 18 við Stórá í Trongisvági.

Spennandi og ungur hópur
Eftir innsatsinum hjá unga TB liðnum at døma, so hava vit nakað gott í væntu frá ungu beiggjunum í ár. Teir komu afturút við trimum málum, men megnaðu at berja seg upp á 3-3. Móti dystarenda staðfestu vertirnar tó sigurin, við einum seinasta máli. Dysturin var tann fyrsti venjingardysturin hjá unga 1. Deildarliðnum hjá TB.

Nýggj spælskipan
Okkara ungu garpar royndu seg, á fyrsta sinni, við nýggjari spælskipan í Vági. Hendan nýggja skipan er heldur øðrvísi, enn tann vanligt brúkta 4-4-2, sum liðið brúkti undanfarin ár í 2. Deild. Skipanin, ið brúkt bleiv sunnudagin var ein 3-2-1-3-1. Hóast tað sjónliga tóktist trupult hjá ungu monnunum í byrjanini, so mentist teir, sum dysturin leið, og onkrar løtur sá heilt gott út hjá teimum.

Manningin á TB liðnum var hendan:

Málverji:
John Jacobsen

Verja:
Ragnar Joensen, Teitur Olsen, Magnar Vang

Verjukendur miðvøllur:
Kim Roest og Carl Bech

Sentralur miðvøllur:
Heini M. Mortensen

Álopskendur miðvøllur:
Arthur D. Poulsen, við Allan Smedemark og Hjalta Vestergaard á hvør sínum vongplássi

Álopið:
Poul Ingason

Eykaleikarar, sum komu inn:
Boas Nitschke (Máverji)
Rógvi Kárason (Sentralur miðvøllur)
Mikkjal Nielsen (Vongplássið)
Mikal Jespersen (Vongplássið)

Poul Ingason skoraði øll trý málini fyri TB, og spennandi verður, hvat hann og restin av Effodeildarliðnum klárar at levera í morgin, tá eisini teir møta FC Suðuroy.

Viðmerkingar