Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Gongdin eftir 10 umfør

Gongdin eftir 10 umfør

| 11/05/15

Ein skjót samanbering við atliti til støðutalvuna seinastu ferðirnar vit hava verið við í bestu deildini í mansfótbólti í Føroyum sæst, at hetta er besta plasering eftir 10 umfør.

ÁrVunnirJavnirTaptirVMTMMMStigNummar
201526214131126
20132531016-6118
20123341116-5127
20053341116-5127

Omanfyristandandi talva vísir eitt yvirlit yvir hvussu gongdin hevur verið eftir 10 umfør í bestu deildini aftur til 2005.

Her sæst umframt at talan er um bestu plasering, so er hetta einastu ferð vit, eftir 10 umfør, hava havt ein positivan málmun. Hetta er eisini árið har vit hava tapt fægst dystir.

Norðlýsið hevði eina grein har ein samanteljing var gjørd fyri útivallar úrslitini í ár higartil. Hendan vísti at vit, saman við HB liggja á einum øðrum plássið, tá tað ræður um stig á útivølli.

Hyggja vit so eftir hvussu støðan er, tá vit leika á heimavøllinum við Stórá, so er støðan ein onnur. Her eru vit trið vánaligast í deildini til at skava okkum stig heim. Hetta kundi tó sæð øðrvísi út um eitt sindur meira hepni fylgdi okkum, tí so vóru fýra stig fleiri komin við Stórá, tá vit hugsa um ÍF og Víking dystirnar.