Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Graslíkið óskalað

Graslíkið óskalað

| 26/01/15

Sum vit sóu í gjár, so var grasteppið loysna í eystara enda við Stórá. Sambært samrøðum, sum størru portalarnir hava havt við Odd Dimon og Kristin Michelsen, so hevur sjálvt teppið ikki tikið skaða av hesum.

Sostatt skal teppið bert leggjast fast aftur – hetta verður væntandi gjørt skjótt, tryggingin skal tó góðkenna hetta fyrst, áðrenn tað verður gjørt.

So tíbetur eru onki útlit fyri at hetta fer at darva fyrireikingunum til fótbóltsárið.

Myndin, ið Turið Vestergaard í Dali hevur tikið, vísir vøllin sunnudagin eftir at tað var loysna.