Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tíðindasavn

Brendir møguleikar kostaðu

1. apríl 2012 |

NSÍ leikarar hálsfevnast og gleðast yvir at TB ikki kendi sína vitjunartíð (Mynd: nsi heimasíðan

Ofta er tað soleiðis í fótbólti, at um man ikki ger sær dælt av sínum møguleikum, so fer mótstøðuliðið aloftast at straffa teg. Hetta var júst tað sum hendi í dagsins dysti, tá TB vitjaði við Løkin. Bæði liðini høvdu tapt í fyrsta umfari, og tí var spenningurin stórur undan dystinum. Tvøramenn byrjaðu betur, og løgdu beinanvegin eitt støðugt trýst á heimaliðið. Hetta trýst helt fram fyrsta hálva tíman, men so hendi brádliga tað, at NSÍ fór í eitt av sínum fyrstu álopum, og mín sann, teir skoraðu. TB royndi nú, av øllum alvi, at berja seg inn í dystin aftur, men í staðin fyri at javna, skorar NSÍ aftur í øðrum hálvleiki. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og vann NSÍ sostatt ein dyst, sum eins væl kundi verið taptur longu fyrsta hálvan tíman. TB tóku ikki av møguleikunum, og tað kom at kosta teimum í dag.
Les meira

Brakið við Løkin byrjar kl. 15

1. apríl 2012 |

Nakrir av hesum fara at dystast í dag, og vit ynskja teimum alt tað besta (Mynd: Bjarni Nygaard)

Í dag klokkan 15 byrjar ein av teimum meira spennandi dystunum í Effodeildini í ár. Hóast tað bert er annað umfar, so er tað greitt, at dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini. Bæði liðini eru undan kappingarbyrjan spádd at fáa tað torført í deildini í ár, og tí er tað av størsta týdningi, júst at fáa stig móti hvør øðrum. Skal man trúgva spámonnunum, so koma TB, FC Suðuroy og NSÍ at liggja í tyngra endanum á stigatalvuni í ár, og um so verður, so fáa innanhýsisdystirnar ein enn størri týdning. Hvussu er og ikki, so verður tað eitt sera ágrýtið TB lið, sum í dag fer at dystast við runavíkingar, og vit vóna, at okkara megna at fáa eina góða úrtøku við sær suður aftur.
Les meira

FC Suðuroy vann U-16 steypadystin

28. mars 2012 |

Hóast talan gjørdist um fýra mál á muni, so spældu okkara heilt væl til tíðir (Mynd: Bárður Hansen)

Steypadystur varð í kvøld spældur millum TB/Royn og FC Suðuroy í Dreingjadeildini, ella U-16, sum aldursbólkurin nú verður nevndur. Liðini spældu bæði sín fyrsta landskappingardyst um vikuskiftið, har TB/Royn tóku móti HB í Hvalba, meðan FC Suðuroy høvdu vitjan av ÍF. Og skuldi man gita um úrslitið í dag, út frá úrslitunum í vikuskiftinum, so mátti FC Suðuroy metast at vera stór favorittur, tí teir vunnu heili 24-0 móti einum illa mannaðum ÍF liði. TB/Royn taptu hinvegin sín dyst 1-3 móti HB. Dystin í dag vunnu FC Suðuroy eisini, men í seinna hálvleiki kundu okkara eins væl hava javnað, sum at gestirnar fingu økt. Sigurin var tó grundlagdur í fyrsta hálvleiki, og var væl uppiborin.
Les meira

Granna- og steypadystur í Dreingjadeildini

28. mars 2012 |

Dreingjaliðið hjá TB/Royn, sum vann silvur í 2010 (Savnsmynd)

Í Dreingjadeildini spæla teir, eins og teir vaksnu, eisini steypakapping, umframt vanligu landskappingina. Fyrsta umfar í hesari steypakapping verður spælt í morgin, og har verður talan um grannadyst, tá TB/Royn og FC Suðuroy bresta saman á Sevmýri. Dysturin byrjar kl. 17. Bæði liðini spældu annars fyrsta umfar av landskappingini í vikuskiftinum, og har lagaði tað seg soleiðis, at FC Suðuroy pulveriseraði ÍF heili 24-0 í Vági, meðan tað gekk heldur meira javnt fyri seg í Hvalba, har TB/Royn hevði vitjan av HB. Tann dystin vunnu havnamenn 3-1, eftir at ein av okkara varð rikin av vølli. Hvussu nógvir fuglfirðingar vóru á vøllinum á Eiðinum segði søgan onki um, men givið er, at FC Suðuroy liðið er sterkt.
Vit vóna at fáa ein góðan og vælspældan fótbóltsdyst, har talentini veruliga vísa sínar dygdir. Og talentir hava vit í rúgvuvís á liðunum báðum.
Les meira

Rætting

28. mars 2012 |

Einu løtuna sá heilt álvarsamt út, og hjálparfólk tustu inn á vøllin, men tíbetur kom Ivan skjótt fyri seg, og er nú komin yvir skelkin. (Mynd: Astrid Vestergaard))

Í greinini, har fyrsti dysturin hjá TB í Effodeildini varð umrøddur, skrivaði undirritaði, at tað var knæ áloyparans, sum slóg málverjan hjá TB, Ivan Stojkovic í óvit. Hetta vísir seg tó ikki at vera satt. Tað var nevnuliga so óheppið, at okkara egni Eirikur Magnusarson kom at bresta saman við serbiska málverjan, og sostatt sláa hann í óvit. Bresturin var somikið harður, at Eirikur sjálvur fekk snudd, og kundi ikki venja mánakvøldið. Tá vit fingu orðið á Eirik, kundi hann eisini greiða frá, at talan var um ein harðan brest, men at hann og Ivan fóru báðir at verða klárur til dystin sunnudagin, sum verður við Løkin í Runavík móti NSÍ.
Les meira

Víkingur kendi sína vitjunartíð

25. mars 2012 |

Aron Sørensen var um reppi at leggja TB á odda eftir fimm minuttum, men soleiðis skuldi tað ikki ganga hesaferð (Savnsmynd)

Langt um longi upprann dagurin, har TB aftur skuldi spæla dyst í bestu deildini. Hvussu tað mundi fara at hilnast okkara, í fyrstu royndini vesturi á Eiðinum í dag, hava nógv fólk gingið og undrast við spenningi yvir í longri tíð. Víkingur kom á vitjan, og bronsuvinnararnar frá í fjør vóru varnir, og høvdu ongan hug at undirmeta uppflytaran, stóð at lesa í miðlunum undan dystinum. Men hvat skuldi man tora at vænta av okkara unga hópi? Óvissan var stór, men nú dysturin er av, og Víkingur dróg longra stráðið, so stendur man eftir við kensluni av, at tað var á einari góðari leið, og at okkara gjørdu ein góðan figur. Gestirnar vunnu 2-0 í dag, men var hepni og neyvleiki við TB í dag, kundi lættliga enda ørðvísi.
Les meira

Ársins veitsla – Keypið atgongumerkir í Effo

23. mars 2012 |

13. mai 2012 kann Tvøroyrar Bóltfelag at hátíðarhalda 120 ára føðingardag sín, og í hesum sambandi verður ein rimmar TB veitsla hildin í høllini í Trongisvági, leygardagin tann 12. mai. Atgongumerkir til hesa stóru veitslu fáast til keyps í Effo … Les meira

Dreingjaliðið byrjar í Hvalba leygardagin

23. mars 2012 |

Dreingjaliðið hjá TB/Royn byrja kappingarárið 2012 við heimadysti móti HBb í Hvalba leygardagin kl 12. Sveinbjørn Danielsson og Jón Johannesen hava vant dreingirnar í vetur, og tað verður spennandi at síggja, hvussu hesir ungu garpar fara at roynast í kappingini. … Les meira

Ein vika eftir

18. mars 2012 |

Vit mugu verða væl skipaðir, og berjast fyri hvønn einasta bólt

Sunnudagin 25. mars 2012 er dagurin vit øll bíða spent eftir, tí tá tørnar okkara kæra TB út aftur í bestu deildini. Bíðitíðin hevur verið drúgv, men nú vit eru har, eru vit øll sera spent um, hvussu tað man fara at gangast okkara hetjum. Málið má í fyrstu atløgu vera, at vit megna at halda okkum í deildini. Hendan uppgáva verður ikki løtt, men um mett verður út frá stødd og dygd á hópinum, eigur hald at vera í eini ávísari vón fyri, at tað fer at eydnast okkum.
Les meira

TB verður umboðað í stórsteypadystinum

14. mars 2012 |

Tað verða neyvan hesar blusurnar, dómararnir fara at nýta leygardagin, men hon er nokk innanfyri hjá tveimum av teimum

Seinastu árini hevur Stórsteypadystur verið spældur, áðrenn landskappingin byrjar. Soleiðis verður eisini í ár, tá meistararnar úr B36 møta steypavinnarunum úr EB/Streymi. Tað er Fótbóltssambandið, ið saman við Lions Club Føroyar, skipar fyri Stórsteypadystinum, millum meistaran og steypavinnaran frá seinasta kappingarárið. Ágóðan av dystinum letur Lions Club til vælgerandi endamál. Dysturin verður spældur í Gundadali á ovara vølli, leygardagin 17. mars, kl. 16:00.
Les meira

TB spælur í Vági í annaðkvøld

13. mars 2012 |

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

Fyri aðru ferð í ár, skulu TB møta FC Suðuroy í venjingardysti. Dysturin er ein av teimum seinastu í røðini av venjingardystum, sum í ár hava eydnast rættuliga væl. Mótstøðan hevur mangan verið góð, og tí hevur venjarin fingið eina rúgvu burturúr leikarunum. At tað úrslitaliga eisini, sum oftast, hevur gingið væl, ger støðuna neyvan verri.
Les meira

Gilli og Gunnleif skrivaðu undir í kvøld

13. mars 2012 |

Nógvir venjingardystir eru spældir higartil, og hóast tað ikki hevur gingið heilt gott í øllum dystunum, so eru menn væl nøgdir við fyrireikingarnar til kappingarárið. Hópurin er breiður, og er ein blanding av royndum og ungum leikarum. Allir tykjast klárir til at takla ta stóru uppgávu, sum fótbóltur á ovastu rók má sigast at vera. Í kvøld tryggjaði TB sær teir báðar evnaríku leikararnar, Gilla Sørensen og afturvenda Gunleif Olsen afturat.
Les meira

TB megnaði 2-2 móti føroyameistarunum

5. mars 2012 |

TB var leygardagin á vitjan í Gundadali, fyri aðru ferð í ár. Hesaferð var mótstøðuliðið var meistararnar frá í fjør úr B36. Munurin á meistarum og uppflytarum sást tó ikki so heilt greitt, tí hóast B36 hevði leikliga yvirvág, so … Les meira

TB skal leika vinardyst móti B36

2. mars 2012 |

TB fer í morgin norður um fjørð at leika enn ein venjingardyst, sum liður í fyrireikingini til komandi kappingarár. Dystast skal aftur í Gundadali og hesu ferð er mótstøðuliðið meistararnir frá síðsta kappingarár, B36. TB hevur sum tað nýggjasta fingið … Les meira

TB ger stuðulsavtalur

2. mars 2012 |

Frá vinstru : Jón Danielsen (Articon) og Gudmund Mortensen (NJM), saman við TB leikarum. (Mynd: Bjarni Nygaard)

Í gjárkvøldið gjørdi formaðurin í Tvøroyrar Bóltfelag avtalu við tveir høvuðsstuðlar fyri kappingarárið 2012. Talan er um stóru og kendu byggifyritøkuna, Articon, og lokalu søguligu handilsfyritøkuna, N.J. Mortensen. Hesar fyritøkur hava á fundi váttað at gerast høvuðsstuðlar fyri kappingarárið 2012, og koma búmerki teirra sostatt at príða eyðkenda svart-hvíta TB búnan, sum hvørt mansbarn kennir. Júst tað, at felagið hevur so ríka søgu, gevur tí eitt stórt lýsingarvirði, og at tað aftur er á ovastu rók, í Effodeildini ger ikki støðuna verri.

Les meira

Nógvar venjingar yvir vikuskiftið

27. februar 2012 |

Mynd: Guðrun Nystrøm

Í sambandi við at FSF hevur skipað fyri B1-venjaraskeiði í Suðuroynni um vikuskiftið, hava  tað verið ein rúgva av venjingum á Sevmýri og inni í høllini í Trongisvági. Umleið 30 børn, í aldrunum 6-11 ár, blivu vand fríggjakvøldið, leygardagin og aftur sunnudagin, og hóast veðrið kundi verið betur, so var hugurin sera stórur hjá børnunum, sum glað og spent møttu upp. 13 venjarar fingu sunnudagin prógv sum B1 venjarar, og flestu teirra ætla sær at útbúgva seg víðari. Vit í ungdómsdeildini hjá TB ynskja hervið at takka Fótbóltsambandinum fyri skeiðið, og børnunum fyri teirra hugagóðu luttøku.

Ungdómsdeildin
Les meira

TB vann við Løkin

26. februar 2012 |

Fyrireikingarnar hjá TB fyri komandi kappingarár eru í hæddini, og aftur í dag spældu okkara ein venjingardyst. Dysturin í dag var tann triðji í røðini, og dagsins mótstøðulið var NSÍ. Hóast tað var á útivølli, so vóru tað TB sum … Les meira

TB vitjar við Løkin í morgin

24. februar 2012 |

Triðji venjingardysturin hjá TB verður spældur í morgin 25. februar, og hesaferð ferðast okkara inn til Runavíkina, har teir við Løkin fara  at royna formin móti NSÍ. Flestu av okkara leikarum eru væl fyri, men nakrir smásnuddir eru tó, og tí sleppa hesir at hvíla seg. Meginparturin er tó tøkur, og venjarin hevur úttikið sær 18 leikarar at hava norður við. Dysturin verður bríkslaður í gongd kl 12:45.
Les meira

Fimm spennandi leikarar longja

24. februar 2012 |

Heili fimm leikarar longdu í gjárkvøldið við aldursforsetan í føroyskum fótbólti. Fleiri høvdu frammanundan skrivað undir, og nú hesir spennandi leikararnar eru komnir afturat, sær tað út til, at Tvøroyrar Bóltfelag hevur eina ørgrynnu av spennandi leikarum, sum fara at kappast dúgliga um plássini á besta liðnum. Leikararnir talan er um hesaferð, eru Magnar Vang og Hanus Mortensen, sum báðir stóðu seg væl í fjør, hóast skaðar høvdu hug at arga. Og harafturat hevur tað eydnast at fingið knýtt tey trý supertalentini, Poul Ingason, Teitur Olsen og Patrik Johannesen at felagnum.
Les meira

Lutaseðlarnar eru nú drignir

22. februar 2012 |

Yvir veturin hevur Tvøroyrar Bóltfelag selt lutaseðlar, og hóast vinningarnar bara vóru tveir í tali, so vóru teir sera spennandi. Fyrsti vinningur var ein marglætisferð til Turkalands, fyri tvey vaksin og trý børn. Virðið á hesari ferð er kr. 45.000,-. … Les meira