Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tíðindasavn

Til lukku við teimum 126 árunum

13. mai 2018 |

Í dag eru 126 ár síðani at Tvøroyrar Bóltfelag varð stovna. 126 ár við einari serstakliga ríka søgu og nú eisini sum partur av einum oyggjasamstarvið saman við hinum feløgunum í oynni um stóran part av fótbóltinum, bæði í vaksnamannadeildini … Les meira

Ræður um at ríða á aldukambinum

12. mai 2018 |

Sunnudagin verður dystur í Sørvági fyri aðru ferð í ár. Fyrra dystin vunnu vit og var tað eisini tann dysturin, sum í langa tíð var hin einasti har TB/FC Suðuroy/Royn megnaði at skjóta mál, tá Stefan skjeyt tvey mál uppá … Les meira

Einastandandi avrik i Gøtu

11. mai 2018 |

Í gjár var dystur í Gøtu har TB/FC Suðuroy/Royn møtti Víking í fjórðingsfinaluni í Løgmanssteypinum. Fá høvdu væntað, at tað fór at enda við einum 2-0 sigri til grønu suðuroyingarnar, summi høvdu kanska vóna hetta.

TB/FC Suðuroy/Royn hevði gott tak … Les meira

Fyrsti heimasigur í Betrideildini

8. mai 2018 |

So megnaði okur tað endiliga, at vinna fyrsta heimasigurin í Betrideildni í ár og sanniliga ein søtur sigur.

Uttan at gjøgnumganga allan dystin minutiøst, so vil je siga beinaveg, at hetta er besta avrik je havi sæð frá okra síðu … Les meira

Størri munur á toppi og botni í ár

7. mai 2018 |

Sum eitt framhald við einum yvirliti yvir Betrideildina eftir hesi fyrstu níggju umførini í ár, so kann eisini staðfestast at tað er størri munur á toppi og botni í ár.

HB liggur sum kunnugt á odda, teir hava 22 stig. … Les meira

Status eftir níggju umfør

6. mai 2018 |

Eftir hesi fyrstu níggju umførini er tíðin komin at gera eitt lítið status yvir hópin og hesar níggju dystirnar. TB/FC Suðuroy/Royn hevur eftir hesar níggju dystirnar fingið sjey stig, sum hevur við sær, at liðið er nummar átta í Betrdeildini.

Fýra … Les meira

EB/Streymur við Stórá sunnudagin

3. mai 2018 |

Sunnudagin kemur EB/Streymur á vitjan við Stórá og eftir dystirnar ímóti KÍ og Víkingi tykist tað sum um, at nú er vónin afturvend í TB/FC Suðuroy/Royn leguni. Harvið leggur tað eisini dagskránna fyri dystin sunnudagin, tí har er onki at … Les meira

Endiliga vunnu okur

25. apríl 2018 |

Oddaliðið og steypavinnarin frá 2016 var á vitjan í Trongisvági fyri aðru ferð í 2018. KÍ hevur altíð havt tað trupult við Stórá. Sum oftast eru marginalarnir falnir í teirra lut, og teir hava altíð verið noyddir til at stríðast … Les meira

Óeydnan spilti dagin

23. apríl 2018 |

Tað var rættiligt várligt veður í Trongisvági, tá heimaliðið TB/FC Suðuroy/Royn tók ímóti reyðsvarta felagnum úr Tórshavn, HB. Havnarmenn vóru komir suður við fitt av viðhaldsfólkið, sum uttan iva væntaðu ein sigur, nú HB hevur fingið góða byrjan uppá kappingarárið. … Les meira

Kappingar hjá old boys og girls

16. apríl 2018 |

Kappingarskráin fyri old boys og old girls er nú tøk. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir tær kappingarnar, ið verða. Talan er um innleiðandi umfør hjá 35+ meðan 45+ kappingin er fulla kappingaryvirliti.

Old Girls 35+

Bólkur A: B36 a, HB, … Les meira

Súrt tap

16. apríl 2018 |

Tað vóru tvey lið, ið vóru svong eftur stigum, tá TB/FC Suðuroy/Royn tann 15 april bjóðaði argjamonnum í AB upp til dans á heimavøllinum við Stórá í Trongisvági. Bæði liðini hava fingið eina heldur trilvandi byrjan uppá kappingarárið og lógu … Les meira

Hildu tætt í 92 minuttir

13. apríl 2018 |

Tórsdagin var dystur í Gundadali ímóti B36 í einari uppgerð har B36 mátti metast sum favorittur at fáa trý stig, men tað bleiv ein dystur, ið gjørdist sera tættur og bleiv avgjørdur í evstu løtu.

Samanumtikið so má tó sannast, … Les meira

Silja skoraði fyri Føroyska U17-landsliðið

12. apríl 2018 |

Í gjár spældi føroyska U17-landsliðið við gentum teirra fyrsta dyst í UEFA menningarkappingini í Norðurírlandi, tá tær møttu Luksemborg.

Sum kunnugt hava okur ein TB-leikara við har, Silja Pálsdóttir Augustinussen.

Silja var millum tær ellivu, ið byrjaðu dystin, og skuldi … Les meira

Tórsdagsdystur í Havn

11. apríl 2018 |

Tórsdagin klokkan 18:00 verður dystur í Gundadali hjá TB/FC Suðuroy/Royn har B36 tekur ímóti. Sannast má, at higartil so hava hvørki TB/FC Suðuroy/Royn ella B36 fingið eina byrjan uppá kappingarárið, ið er nakað serligt.

B36 hevur fingið fýra stig eftir … Les meira

U17 menningarkappingin liðug

8. apríl 2018 |

Í dag var síðsti dystur á skránni hjá føroyska U17 landsliðnum á menningarleguna í Norður Írlandi. Úrslitini vóru heldur misjøvn har tað frá at einum teprum tapið ímóti Kosovo til ein ordans vals ímóti vertstjóðini.

Á skránni vóru tríggir dystir … Les meira

Skála stendur fyri skotum

5. apríl 2018 |

Fjórða umfar av Betrideildini stendur fyri durum, umfarið verður leikt leygardagin og skal TB/FC Suðuroy/Royn til Skála at spæla ímóti teimum appelsingulu.

Í fjør endaði Skála fýra stig frammanfyri TB/FC Suðuroy/Royn og higartil í ár liggja liðini lið um lið … Les meira

Tap í vetraligum páskadysti

3. apríl 2018 |

Í fagrasta jólaveðrið á páskum, vindstilli og kavaflykrum, var ein á papírinum spennandi dystur í Betri deildini á skránni í Trongisvági. Annað av liðnum, ið mong hava spátt sum ein av FM kandidatunum, KÍ, var komið túrin suður at vitja … Les meira

U17 landsliðið komið til Norður Írlands

2. apríl 2018 |

Føroyska U17 landsliðið er í hesum døgum í Norður Írlandi har liðið skal luttaka í menningarkapping. Dystir skulu spælast ímóti Luksemborg, Kosovo og vertstjóðini.

Við á ferðini eru tveir Tvøramenn, annar stendur uttanfyri vøllin og hin fer vónandi at fáa … Les meira

TB’ari á U17 landsliðið hjá gentum

26. mars 2018 |

U17 landsliðið hjá gentum skal spæla menningarkapping í Norðurírlandi í døgunum 9. til 16. apríl. Í hesum sambandi hevur Jan Mølvad Laursen, landsliðvenjari, úttiki hópin, ið millum annað telur Silju Pálsdóttir Augustinussen.

Ferðalagið fer úr Føroyum fyrrapartin 9. apríl. Øll … Les meira

Lutakast um Løgmanssteypið

19. mars 2018 |

Í kvøld hevur lutakst verið um Løgmanssteypið og fyrsta umfar av kappingini. 3-2 verturin Leivur Frederiksen og Fróði Danielsen úr FSF stóðu fyri lutakstinum í kvøld á skíggjanum. Øll feløg blivu drigin í fyrsta umfarið, har tað eftir ætlan skuldi … Les meira