Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Greitt tap ímóti meistarunum

Greitt tap ímóti meistarunum

| 05/06/18

Tað var við spenningi, at TB/FC Suðuroy/Royn bjóðaði verandi føroyameistarunum úr Víkingi til dans við Stórá í sólskininum sunnudagin 3. juni. Heimaliðið hevði fleiri góð úrslit seinastu dystirnar at vísa á, har millum annað ein sigur á Víkingi sendi teir út úr steypakappingini. Hinvegin hevur formurin hjá Víkingum verið heldur svingandi og eru teir nærum afturúrsilgdir úr topstriðnum.

Tað var eisini stór mannanmúgva møtt til dystin, ið bleiv leiktur í sólskynini og frískligum vestanvindi.

Tað gjørdist tó sera skjótt greitt hvagar tey trý sigursstigini hendan dagin fóru enda, Víkingur byrjaði sum eitt óløgi og herjaði fram eftir vøllinum sum svangir úlvar. Heimaliðið tóktist óttafullir og fingu onki at rigga. Gestirnir løgdu seg á odda eftir tíggju min og stýrdu dystargongdini til egnan fyrimun.

Heimaliðið royndi at gera ein vørr um miðan fyrrahálvleik men onki bar til. Eitt langskot sum rakti ein Víkingafót og fór beint uttanfyri, var tað frægasta sum heimaliðið kundi bjóða. Gestirnir fingu eitt keðilig mál afturat beint áðrenn hálvleik, og so var tað sum um at dysturin longu var avgjørdur.

Seinni hálvleikur bleiv sera tristur sæddur við suðuroyingabrillum, Víkingur hevði alt spæli og trillaði bóltin runt meðan heimaliðið royndi at verja fyri. Tá Víkingur so skoraði til 4-0, fór seinasta luftin úr áskoðaraballónini og størri parturin av áskoðarunum fór til hús, hóast eini 25 min vóru eftir at leika. Víkingur kundi skora eitt og tvey mál afturat men teir tóktust nøgdir og sleptu speedarinum seinastu løtuna.

Allarseinastu minuttirnar mundi málverjin hjá Víkingi gjørt sjálvmál, tá hann misti eitt ófarligt innlegg ímóti málinum men linjuverjin metti ikki, at bólturin fór um strikuna. Sekundir seinni fekk heimaliðið tó eitt troystandi mál, tá Eirikur setti seinasta fótin á einasta góða álopið hjá TB/FC Suðuroy/Royn í øllum dystinum, 1-4 til Víkingar og var tað fult uppiborið.

Hesin dysturin skal bara gloymast sum skjótast og so hugsa okur um næstu uppgávu.

Tað var sera eyðsæð, at leikararnir hjá Suðringum vóru moyrir hendan dagin, orkan var søgt sagt ikki til staðar eftir nógvu dystirnar seinastu tíðina. Tá hópuin er so tunnur sum hann er hjá okum, so er tað somu leikarnir, ið leika hvørja ferð og tað setur síni týðuligu spor, tá tætt er ímillum dystirnar. Hetta er avgjørt ein avbjóðing ið á onkran hátt má loysast, tí um skaðar og karantenur kom í hópin, so kann skjótt enda heilt gali. Vónandi megnar felagsfelagið at finna eina skilagóða loysn uppá hetta, tí tað skal ikki so nógv til, so eru okur aftur í miðuni á stigatalvuni.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing