Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Hans Fróði í tølum

| 23/07/13

Nú Hans Fróði Hansen ikki longur er høvuðsvenjari hjá TB, fer heimasíðan at hyggja at, hvussu tað gekst Hans Fróða at stýra TB skútuni.

hfh

Meðan HFH hevði leiðsluna av besta liðnum leikti TB 17 dystir harav 16 í Effodeildini og 1 í steypakappingini:

3 sigrar, 7 javnleikir og 7 ósigrar: í miðal 0,9 stig pr. dyst.

Í hesum 17 dystinum skeyt TB 16 mál meðan 26 fóru ígjøgnum.

 

Á heimavølli leikti TB 8 dystir:

3 sigrar, 4 javnleikir og 1 ósigur: í miðal 1,6 stig pr. dyst.

Í hesum 8 dystunum skeyt TB 8 mál meðan 5 fóru ígjøgnum.

 

Á útivølli leikti TB 9 dystir:

0 sigrar, 3 javnleikir og 6 ósigrar: í miðal 0,3 stig pr. dyst.

Í hesum 8 dystunum skeyt TB 8 mál meðan 21 fóru ígjøgnum.

 

18 leikarar fingu tjansin á besta liðnum, meðan HFH hevði ábyrdina av TB.

 

Heimasíðan takkar Hans Fróða Hansen fyri hansara arbeiði í TB og ynskja honum góða eydnu framyvir.