Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

HB dró longra stráðið

HB dró longra stráðið

| 06/05/17

Í dag var dystur í Gundadali og tað sum merkti ein stóran part av upptaktini var ivamáli um nær dysturin skuldi spælast. Endin bleiv, at dysturin bleiv bríkslaður í gongd klokkan 15:00 í mun til klokkan 17:00, sum annars var avgjørt fyrr í vikuni.

Men líka mikið, so tóktiskt okkara ungu menn klárir til uppgávuna frá byrjan av. Skjótt eftir at dysturin var settur í gongd, so lá hann í HB málinum, til stóra frøði fyri okkum. Búi Egilsson kundi gera sær dælt av fínari avlevering frá Jón Krosslá Poulsen. Stutt eftir kundi Jón sjálvur havt økt um leiðsluna, men framvegis 0-1 eftir tíggju minuttum.

Tá 15 minuttir vóru leiktir mátti máltalvan í Gundadali broytast til 1-1, Stankov kundi skorað í samband við eitt horna. Nú tóku HB meira og meira yvir dystin og 36 minuttir inni í dystinum legði sami Stankov HB á odda.

Hetta bleiv eisini endaliga støðan, tá dómarin bríkslaði dystin lidnan. Við eitt sindur av hepni, so kundi málskjúttin til 0-1 havt javnað, men HB málverjin stórbjargaði.

Heri Kjærbo fekk gult kort í dystinum í dag og fær sostatt leikbann í dystinum ímóti KÍ, sum verður sunnudagin 14. mai.

Ein kann undrast, hvussu føroysku miðlarnir søgdu frá hesum umfarinum í Effodeildini. Ongin sending var í Útvarpinum og Rás 2 brúkti meginpartin av seinnapartinum á Toftum, til eina bátastevnu. Einasti miðil, ið royndi at kunnað var In.fo. Rás 2 segði seinni frá dystinum millum Víking og 07 Vestur, sami dystur var mín sann eisini stroymdur á KVF.fo.