Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

HB sluppu avstað við einum stigi

HB sluppu avstað við einum stigi

| 14/04/19

Í dag komu føroyameistararnir á vitjan við Stórá og vóru allir serfrøðingarnir enn eina ferð á einum málið – HB fór at vinna. Veddingarfyritøkurnar mettu at sannlíkindi fyri at TB vann var so at siga eins stórur sum at dysturin endaði javnt, eisini hjá teimum vóru HB greiðir favorittar. Men unga TB-liðið vildi tað øðrvísi.

Stefan Radosavljevic hevur fingið eina kanón byrjan uppá hetta kappingarárið og er hann í toppinum av toppskjúttunum í Betri Deildin eftir hesi fyrstu umførini. Í dystinum ónsdagin ímóti vágbingum mátti Stefan tíverri fara av vøllinum við einum skaða, men hann megnaði at gerast fit for fight til í dag og lukkutíð fyri tað.

Dagsins lið var soljóðandi: Milos Budakovic – Aron Sørensen, Poul Ingason, Ndende Adama Guéye, Dánjal Godtfred – Andrias Sørensen, John Villy Leo Wøldike, Luc Michael Jeggo, Regin í Lágabø – Stefan Radosavljevic, Ivan Ivanovic

Hálvleiksstøðan var 0-0 og fyrsta málið kom fyrst eftir 78 minuttir vóru leiktir, tá legði Adrian Justinussen HB á odda við einum langskotið.

Tað sum restaði av dystinum stóð TB fyri. Tað kundi lættliga enda 2-1 til heimaliði, men HB kunnu takka málverjanum fyri at teir fingu eina stigi. Okra útjavnandi mál kom í evstu løtu, tá Stefan fekk sett bóltin í málið. Eitt sindur undan málinum kundi eitt vælspælt álop givið úrslit, men málverjin hjá HB fekk vart fyri.

Ongin ivi var um at TB vildu hava minst eitt stig í dag, teir síðstu minuttirnar av dystinum sendi Zoran Poul Ingason fram í álopið.

Stefan er ein av teimum mest vandamiklu leikarunum í Betri Deildini í ár. Sambært Bolt.fo hevur hann fimm sonevnd málstig t.e. mál og upplegg. Í løtuni eru fýra leikararir, sum hava gjørt trý mál har Stefan er ein teirra.

Í skrivandi løtu eru vit nummar fýra við átta stigum. Næsti dystur verður longu skíristórsdag (18. apríl), tá kemur Víkingur á vitjan. Víkingur skuldi í dag møta B36, men hesin dysturin var avlýstur orsaka vánalig líkindi.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing