Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

HB var meira effektivt

| 13/05/13

Tað heldur TB venjarin, Hans F. Hansen, og sigur annars soleiðis um dystin móti HB í gjár:

Teir fyrstu min. gjørdu, at uppgávan hjá okkum bleiv meira tørfør enn ætla, men hóast málini, høvdu vit allar møguleikar at koma inn í dystin aftur í 1. hálvleiki, men soleiðis er fótbóltur til tíðir, at bólturin vil ikki inn. 

Haldi vit spældu ein sera góðan og undirhaldandi 1. hálvleik (eftir HB hevði skora). Tað sum var positivt fyri okkum, er at vit tora at spæla bólt og leypa á, eisini tá vit eru í Gundadali ímóti HB, so liðið hjá okkum mennist fyri hvønn dyst vit leika.

2. hálvleikur bleiv tungur hjá okkum og tá triða mál kom, bleiv vegurin enn longri hjá okkum at koma aftur, men vit royndu at spæla okkara spæl og koma eisini til fleiri møguleikar, men uttan mál kom burturúr. HB hevði eisini sínar málmøguleikar, tí disiplinin hjá okkum sveik til tíðir í 2. hálvleiki.

Samanumtikið, bleiv dysturin avgjørdu í 1. hálvleiki, har HB fær 2 mál og vit ikki klára at fáa mál uppá okkara egnu málmøguleikar, so vit koma inn í dystin aftur.

HB og KÍ hava Andrew/Símin og Hjalgrím/Páll og ger tað at hesi lið kunnu vinna hvønn dyst.

Nú hava vit leikt ímóti øllum í EFFO deildini og tað er lítið at yvast í, at halda vit fast um tann góða hugburin, spæli og viljan, fáa vit eitt stuttligt, mennandi og áhugvert kappingarár.