Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Heilsanir til TB á føðingardegnum

| 13/05/13

Vit her á heimasíðuni hava loyvt okkum at endurrita nakrar av føðingardagskvøðunum til okkara kæra felag í samband við 121 ára degnum.

Bjarni Nygaard skrivar:

Tvøroyrar Bóltfelag verður ynskt hjartaliga til lukku við 121 ára degnum – ongin yvir og ongin við síðunar av TB tá tað kemur til aldur!

Nevnd felagsins skal eisini hava eitt herðaklapp fyri tað arbeiðið, ið tit hava lagt í felagið síðan 2011! Felagið rykti upp í 2011, uttan at hava havt heimavøll – vórðu verandi í bestu deildini í 2012 sum upprykkjarir, hóast ongan heimavøll fyrstu dystirnar og hóast turbulensurin var øgiligur orsakað av trupulleikum við onkrum spælarum. Í dag skriva vit 2013 og TB spælir tann besta fótbóltin eg havi sæð teir gera, so langt aftur eg minnist – og eg var á Sevmýri í 1987, tá seinasta FM kom í hús.
Hans Fróði og spælararnir hava funnið tað góða spælið fram aftur, so at vit, ið hvønn heimadyst leita okkum inn til Stórá, kunnu forvæntað at verða undirhildin av einum liðið, ið VIL vinna – og teir vilja vinna við at kempa fyri hvørjum bólti og við at spæla betri enn hinir!

TB tapti ímóti HB í gjár og tað var eisini uppiborið at HB vann, tí HB hevði funnið útav at “lumpa” verjuna hjá okkum, ið fyri uttan Óla, er blaðung og óroynd í bestu deildini. Tá mótstøðuliðið so enntá hevur føroyska svarið uppá Usain Bolt at renna teir longu bóltarnir upp, tá ER torført. TB noyddi HB til at spæla kontrafótbólt í Gundadali, tí at HB fekk ikki loyv til nakað annað. Vit, sum vóru til staðar, sóu TB spæla góðan fótbólt í meginpartinum av dystinum – í longum periodum sat TB tungt á spælinum og HB-ararnir tóktiskt ráðaleysir. MEN, HB hópurin er samansettur av einum hópi av klassaleikarum, har fleiri hava drúgvar royndir í bestu deildini og í landsliðshøpi – eitt tílíkt lið fellur ikki í fátt, men liggur og lúrur eftir møguleikum. Tá TB hevur ein av teimum døgunum, har teir hava 15-20 málmøguleikar, men bólturin bara ikki VIL inn, so er onki at siga til at paradurnar fara eitt sindur niður ímóti endanum og tá kundi HB saktans fingið 2-3 mál afturat. Eg skal ikki brúka nevniverduga tíð uppá dómaran, Eiler Rasmussen, men lat meg siga so mikið, at avrikið hjá honum uttan iva hevur havt ávirkan á lagið hjá okkara leikarum!
Samanum: Ein uppiborin sigur til HB, men í veruleikanum skuldi hann verið tepur – ikki 3-0. Bólturin VILDI bara ikki í mál fyri TB, men TB fekk víst, at her er eitt lið, ið ongin skal rokna við at kunna gera ein “walk-over” við! Heima við Stórá bestemma vit og eg VEIT at HB-ararnir fara at stúra fyri tí dystinum.

Felagið er á rættari kós! Nýggjan vøll, nýtt felagshús, ein leiðsla, ið veruliga brennur fyri felagnum, ein fantastisk samanseting av spælarum og ein venjari, sum hóast hann er óroyndur í bestu deildini sum venjari, veruliga hevur fingið sett sítt positiva fingramerki á spælararnar. Fyri uttan stríðsandan og flotta spælið, ið spælararnir vísa, so havi eg eisini hug til at nevna andan á liðnum – menn eru glaðir og fullir av sjálvsáliti. Teir komu suður við Smyrli í gjárkvøldið og vístu fyrimyndarligan atbburð – mong av okkum minnast nokk aðrar tíðir, har spælararnir komu veltandi í land eftir eina vitjan hjá Nemus, ella onkra aðrastaðni í Havn. Tann tíðin er farin! Vit hava fýra útlendingar við á besta liðnum í ár og hvør einasti ein er ein fongur fyri liðið! Dugnaligir, seriøsir og ikki minst fittir og fyrikomandi – gleðiligt fyri felagið, men eisini fyri okkum fjepparar! Vit hava eitt hav av U-landsliðsleikarum í hópinum og eg ivist onga løtu í, at aðrir banka uppá landsliðsdyrnar!

Vendipunktið var 2011 – TB gongur móti ljósari tíðum bæði á og uttanfyri vøllin og tað er fantastiskt at vera til staðar meðan tað gongur fyri seg! Enn eina ferð, hjartaliga til lukku við degnum og drívið á!

Einaferð TB – altíð TB!

Ein annar die hard fjeppari, Helgi Eidesgaard skrivar soleiðis:

Longu 1 ár farið síðani stórfingnu veitsluna, tá TB fylti 120! Tá var optimisman kring felagið til at taka og føla uppá, og ein yvirbevísandi sigur móti B68 á degnum gjørdi tað ikki verri! 😉

Men tað, at optimisman enn er í hásæti, og okur nú eru byrjað at hugsa realistiskt um at kempa okum enn longur upp á stigatalvuni, er heilt fantastiskt!!! Stóra tøkk til nevnd, venjarar, leikarar, hjálparfólk og fjepparar annars, ið øll eru við til at bera felagið uppeftir og frameftir!

Seinasta tíðin hevur víst, at TB er ikki bara eitt vanligt felag, tað er nakað heilt, heilt serligt, og okur eru ófatiliga priviligerað, at okur sleppa at eiga eitt slíkt felag! Deiligt at síggja, at fólk, ið kanska hava búð uttanlanda í eitt mannaminni, enn halda TB nær hjartanum, fylgja væl við úrslitunum og ynskja felagnum til lukku! Tað er samstundis ein stór ábyrgd, tí tað er heilt sikkurt, at Tvøroyrar Bóltfelag er ein savnandi faktorur fyri øll, ið hava ella hava havt eitthvørt við Tvøroyri at gera!

Okur hava verið niðast í aldudalinum og ovast á aldukambinum, men líkamikið hvat, so koyra okur á! Og við tí viljanum og tí orku, sum verður løgd niður í felagsarbeiðið í dag, so spái jeg eina bjarta framtíð til felagið!

Jeg vil ynskja TB, og øllum okum mongu, ið eru góð við felagið, hjartaliga til lukku við 121 ára degnum, vónandi verða tey næstu 121 árini eins áhugaverd og tey undanfarnu! 😉

P.S. Best hugsandi føðingardagsgávan kemur vónandi í formi av trimum stigum í næsta komandi leikumfari móti KÍ 😉

Einaferð Tvøroyrar Bóltfelag – ALTÍÐ Tvøroyrar Bóltfelag! ♥

Mariann Mikkjalsdóttir hevur yrkt hetta til TB:

Tú hevur altíð verið ein partur av mínum lívið.
Títt dirvi!
Títt treysti!
Tú hevur lært meg, at við viljanum á rætta stað ber alt til.
Tú ert okkara stóltleiki.
Tað er teg, vit øll savnast um, bæði í góðum og ringum tíðum.
Tú hevur nógv at vera stólt av.
Einaferð, altíð.
Til lukku við 121 ára degnum, TB.

Hesi trý eru bert nøkur av teimum mongu heilsanunum, sum eru sendar Tvøroyrar Bóltfelag á 121 ára degnum.

Fleiri kunnu lesast inni á bólkinum hjá TB á Facebook. Vitja bólkin umvegis hesa leinkjuna.

Heimasíðutoymið ynskir sjálvandi eisini okkara kæra felag og øllum leikarum, fjepparum, nevndunum og øllum sum eru góð við TB hjartaliga til lukku við 121 ára degnum.

Einaferð, Altíð!