Heimasíðan millum tær bestu

Hetta er sjálvsagt nakað av einum pástandi frá webmaster at koma við, men eftir at hava kanna allar heimasíðurnar knýttar at fótbóltsfeløgunum í bestu deildini í Føroyum kunnu vit reypa okkum av, at hava eina av teimum bestu.

Heimasíðu tænastan sum er nýtt at gera kanningina við er Pingdom.com, sum metir heimasíður út frá ymisk parametur herundir eina heildarmeting, umbønir, innlesingartíð og hvussu nógv síðan fyllir.

Tríggjar mátingar eru gjørdar, so sjálvsagt er ein ávís statistisk óvissa tengd at tølunum, serliga hvat viðvíkur innlesingartíðina – tað er eisini her at tað síggjast flestu útsvingini.

Sum heild kann sigast at heildarmetingin fyri tær ymsu heimasíðurnar hvør sær hevur ligið rættuliga støðugt, sama er galdandi fyri tal av umbønum. Sjálv støddin av heimasíðunum er so at siga konstant, av tí at tað ikki eru hendar stórvegis broytingar á heimasíðunum hesar tveir dagarnir mátingarnar eru framdar.

Hyggja vit eftir heildarmetingini sæst at vit liggja í toppinum við eitt miðaltal á 85,67 út av 100 møguligum stigum. Vánaligastu metingina fær HB.fo við 72 út av 100 møguligum. Niðanfyri sæst eitt stabbamynd vísandi til heildarmetingina fyri ymsu síðurnar.

heildarmeting
(Hægri er betur)

Næsta áhugaverda parametur er innlesingartíðin á byrjunarsíðuna. Her liggja vit væl fremst. Tað tekur í miðal 1,62 sekund at lesa inn TB.fo, meðan tað m.a. tekur 6,34 sekund at innlesa heimasíðuna hjá KÍ. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir innlesingartíðir.

loadtimes
(Lægri er betur)

At enda skulu bert knýtast nøkur fá orð til støddina á ymsu heimasíðunum. Her er TB.fo einasta heimasíða sum er undir 1 MB (MegaByte) markið. Heimasíðurnar eru ymsar í støddum, har tyngsta heimasíðan at innlesa er á 5 MB, hetta er heimasíðan hjá B36. Hetta er millum annað medvirkandi til at heimasíðan hjá TB er løtt og skjót at lesa inn, serliga hent um tit eru á einari mobilari eind, snildfon ella teldli.

pagesize

Scroll to Top