Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Heimsklassa comeback við Stórá

Heimsklassa comeback við Stórá

| 23/04/17

Í dag stóð tað, sum serfrøðingarnir hava kalla fyri okkara fyrsta veruliga roynd fyri framman, tá B36 vóru komnir suður um fjørð. Keðiligt veður var í dag, tað skifti millum regn og vátakava – hetta hevði við sær, at vøllurin var sera vátur og sást eisini, at har eru økið á vøllinum sum ikki eru eins væl drenaði sum restin av vøllinum. Dysturin í dag byrjaði ein hálvan tíma fyrr orsaka av broyttu ferðaætlanina hjá Strandfaraskipum Landsins meðan avloysaraskipið hjá Smyrli, Galaxy røkir siglingina um Suðuroyarfjørð.

TB/FC Suðuroy/Royn byrjaði við hesum ellivu: Marius Berntzen, Mats Walberg, Jón Áki Jacobsen, Heri Kjærbo, Jón Krosslá Poulsen, Poul Ingason, Teitur J. Olsen, Rógvi Joensen, Dánjal Godtfred, Stefan Radosavljevic og Búi Egilsson.

Eftir tveimum minuttum so bleiv mál og fall tað til B36, sum stjólu bóltin frá TB/FC Suðuroy/Royn verjuni og so kundi Patrik Johannesen skorað. Hetta var eftir góðar 20 minuttum.

Løtuna fram til hálvleiks var tað TB/FC Suðuroy/Royn sum hevði meira av spælinum, men onki spurdist burturúr og so kundu leikararnir fara inn undir tak til ein heitan temunn í kalda og illsliga veðrinum.

Stutt inn í øðrum hálvleiki gjørdist Dánjal Godtfred skaddur og Eirikur Magnusarson avloysti unga vágbingin.

Løtu seinni lá bólturin aftur í TB/FC Suðuroy/Royn-málinum, tá Patrik enn eina ferð kundi skorað. Eitt sindur typiskt hevur ein hug at taka til, so bleiv tveymálskjúttin fyrrverandi TB og FC Suðuroy leikarin Patrik Johannesen, sum gjørdi málið hjá havnafelagnum.

Nú sá út til, at serfrøðingarnar framvegis kundu kalla seg serfrøðingar eftir dystin, tí hetta var jú veruliga testin hjá TB/FC Suðuroy/Royn.

Men Jón Krosslá Poulsen og hinir á TB/FC Suðuroy/Royn vildu ikki geva skarvin yvir enn. Fáar minuttir eftir 0-2 málið hjá Patriki kundi Jón skjóta bóltin í netmaskarnar hjá B36. B36 verjan fekk ikki bóltin burtur úr egnum brotssparksteigi og hetta bleiv straffa.

TB/FC Suðuroy/Royn hevði lagt seg munandi longur fram á vøllin og nú skuldi útjavnandi málið fáast. Jón kundi stutt eftir gerast tveymálsskjútti eins og Patrik, tá hann við eitt sindur av hepni kundi skjóta útjavnandi málið, men so varð ikki.

Samstundis sum at TB/FC Suðuroy/Royn otaðu seg longur og longur fram á vøllin, so legði B36 seg longur aftur fyri at verja. Uppskriftin hjá B36 ljóðaði so sera einføld tað sum restaði av dystinum, verja væl og so fáa nøkur skjótálop.

Men tað eydnaðist ikki B36 at verja tað heim, tí tá fimm minuttur restaðu í bleiv brotsspark til TB/FC Suðuroy/Royn eftir at Oddmar Færø tók hondina í nýtslu inni í brotssparksteiginum. Dómarin var ikki í iva og tað var toppskjúttin í Suðuroynni ei heldur, Jón Krosslá Poulsen skoraði úr ellivu metrum. 2-2 og lív var av álvara í við Stórá, tí nú var tað TB/FC Suðuroy/Royn sum lá omaná og áskoðarafjøldin droymdi um enn eitt mál til heimaliðið.

DREYMURIN GJØRDIST VERULEIKI! Tá 90 minuttir vóru farnir so kom 3-2 málið til TB/FC Suðuroy/Royn, Poul Ingason gjørdi sigursmálið við Stórá og sostatt mugu serfrøðingarnir allarhelst viðurkenna, at her er talan um eitt lið, sum nú eisini hevur staðið seg sera væl í sonevndu fyrstu veruligu royndini. Víkingur er í skrivandi løtu aftanfyri og sostatt eru vit aftur oddalið í Effodeildini.