Heine, Hanus og Aron aftur á gomlum gøtum

Seinastu tveir dystirnar hjá TB sóu vit stríðsmannin Aron Sørensen aftur á liðnum. Aron hevur verið búsitandi í Danmark, men er nú fluttur aftur til oynna saman við unnustuni og búleikast tey í Sumba. Tíbetur fyri okkum, so valdi Aron at gera sáttmála við TB. Eyðkennið hjá Aron er hansara ótroyttiligi stríðsvilji – júst sum tú heldur at bólturin er farin og einki er at gera, so fær Aron á ein ella annan hátt kempað seg til bóltin og okkurt spyrst burturúr hóast alt. Aron kann brúkast bæði í verjuni og í álopinum, hann er 27 ára gamal og spældi seinast fyri TB í 2014.

Í inniverandi viku gjørdist eisini greitt, at vit hava fingið kærkomnan styrk: Tveir av okkara bestu leikarum seinastu árini, Heine og Hanus Mortensen, hava nevniliga skrivað undir sáttmála við TB.

Heine býr vanliga í Keypmannahavn, har hann lesur til lækna. Nú er hann heima á Tvøroyri eitt longri tíðarskeið og tí varð gjørligt at gera sáttmála fyri tað, ið er eftir av árinum. Eyðkennið hjá Heina er hansara einastandandi evni til at lesa spælið og at varðveita róin í truplum støðum. Heine er 25 ára gamal og hevur vant við seinastu 14 dagarnar. Hann spælir vanliga í verjuni ella á miðjuni, men nú fáa vit at síggja hvat nýggi venjari okkara, Sigfríður Clementsen, fer at brúka hann til.

At enda vóru vit so heppin, í seinastu løtu, at tryggja okkum Hanus Mortensen afturat hópinum. Hanus var ein av okkara allarbestu leikarum áðrenn hann flutti niður til Danmarkar saman við unnustuni. Hann spældi 2 dystir fyri okkum í fjørð, men hevur annars ikki spælt síðan 2013 fyri TB. Eins og Heine, so hava báðir verið profilar á liðnum hjá ÍF Føroyum. Hanus er av skjótastu leikarum, er krútsterkur og er eminentur við høvdinum. Áðrenn hann fór til DK, var hann at finna í verjuni, men hann hevur eisini royndir í álopinum.

Vit eru ótrúliga glað fyri at hava tilgongd av so góðum, lokalum leikarum. Saman við afturvenda Poul Ingason og HB-arunum Hera Mohr og Jákup Paula Breckmann, meta vit, at vit hava styrkt okkum í støðginum og gleða okkum til at fara í gongd við landskappingina aftur.

Við hesum vilja vit ynskja Aron, Heina og Hanus at vera hjartaliga vælkomnir aftur í barndómsfelagið!

Einaferð TB – altíð TB!

Scroll to Top