Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Heine, Heini og aftur Heine

Heine, Heini og aftur Heine

| On 09, Aug 2014

TB tryggjaði sær fremsta plássið í 1. deild við at vinna 3-2 móti B36 í einum dysti, har okkara menn ikki ovtóku seg á vøllinum.

B36 hevur givið TB skarpan gang í báðum dystunum við Stórá í ár. TB vann fyrsta dystin við bit og slit, hóast B36 bert vóru 10 mans á vøllinum. Gamaní vóru teir 11 við ídag, men teir høvdu ongan eykamann á bonkinum, og tá ein av teirra leikarum fær ein brest og haltaði dystin á tamb, vóru teir fyri vanbýti í einar 85min. TB byrjaði dystin væl. Fyrstu løtuna hevði TB 3 fínar málmøguleikar, millum annað eitt frísparksskot hjá Rógva á stongina. B36 fekk betur skil á sítt spæl og spældi væl fram eftir vøllinum; hjá TB riggaði onki. Als onki. Tað var grimdarregn, og hetta darvaði spælinum, bólturin fór ofta til innkast og málspark á hála vøllinum, og móttøkurnar hjá okkara monnum vóru vánaligar. B36 legði seg á odda, tá 22 min vóru leiktir. Teir spæla bóltin væl í okkara vinstru síðu, har Rasmus Dan Sørensen fær góða tíð og gott pláss at plasera eitt gott skot í málið. 1-0 til B36, og TBararnir stóðu sum kánus. Var spælið ringt áðrenn málið, bleiv heilt galið eftir málið. B36 stýrdi fyri tað mesta, hóast TB hevði bóltin meira. Tað bleiv ikki betur, tá Rasmus Dan Sørensen setti eitt brotsspark í kassan beint áðrenn hálvleik.

Nú mátti okkurt taktist gerast. Páll Hagbert tók Carl út og Setti Heina Mortensen á sentrala miðvøllin, hetta vísti seg at verða skilagott. Ikki tí, spælið var ræðuligt, men Heini vísti gott máltev seinni í dystinum.

TB kom í dystin eftir eitt hormaspark úr vinstru síðu. Trunkaspæl er í 16 metrinum, og Heini ger tað einasta rætta og smekkar bóltin í netið. 2-1 og TBararnir fóru at kempa meira. 2-2 bleiv tað eina skamma stund seinni. Hetta málið var meinlíkt tí fyrra, men hesaferð var tað navnabróðurin hjá Heina Mortensen, Heini Mikal Mortensen, sum skoraði. 2-2 og øði kom í grindina. Nú spældi TB eitt sindur frægari og kom uppiborið á odda 3-2. Patrik Johannesen lobbar bóltin yvir B36málverjan, og mín sann, um dagsins maður Heine Mortensen ikki stóð á rætta stað og prikaði bóltin í mál.

B36 royndi til fánýtis at leggja trýst á TB, men okkara garpar hóraðu undan og hava harvið tryggjað sær fyrsta plássið í 1.deild, har okur hava ligið síðan næsta leikumfar.

Til lukku TB, tvøráfólk, útisetar og Páll Hagbert

ME

Myndina hevur Bárður Hansen tikið

Viðmerkingar