Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Hetta siga miðlarnir undan HB dystinum

Hetta siga miðlarnir undan HB dystinum

| 06/05/17

Miðlarnir gera nógv burturúr Effodeildarfótbóltinum og vit fara her at taka saman um tað, ið miðlarnir skriva undan dystinum millum HB og TB/FC Suðuroy/Royn.

Norðlýsið ger sína vikuligu meting av umfarinum, ið stendur fyri framman og metir, at hesin dysturin helst er tann mest áhugaverdi. “Á pappírinum er hetta helst mest áhugaverdi dysturin hetta umfarið. Hetta eru tvey lið, sum ein enn leitar eftir at fáa neyvari vitan um, hvat fyri støði tey eru á. TB/FC Suðuroy/Royn er sterkt heimalið, men er liðið ført fyri at fáa úrslit á útivølli eisini?” Les meira á Norðlýsið.fo.

Kringvarpið hevur sítt Fótbóltskjak, har gesturin hesa ferð er Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari. Sí sendingina her.

FSF hevur eitt lið av serfrøðingum, ið meta um hvørt umfar. Hesa ferð er tað Tróndur Arge, sum metir um sjeynda umfar í Effodeildini. Hann væntar ein heimasigur. Tróndur Arge dystast ímóti Jákupi Ósá og Leivi Frederiksen í kappingini um ársins serfrøðing. Kappingin er sera jøvn higartil, tí bæði Tróndur og Leivur hava 13 stig meðan Jákup hevur 12 stig. Les hvussu Tróndur metir at leikur fer í sjeynda umfarið her.

In.fo boðar frá at HB eru uttan Mertin Bergvold, Danny Elly Pedersen eru skaddir meðan Heðin Hansen er skaddur. Les upptaktina á In.fo her.