betrideildin

Hildu tætt í 92 minuttir

Tórsdagin var dystur í Gundadali ímóti B36 í einari uppgerð har B36 mátti metast sum favorittur at fáa trý stig, men tað bleiv ein dystur, ið gjørdist sera tættur og bleiv avgjørdur í evstu løtu.

Samanumtikið so má tó sannast, at TB/FC Suðuroy/Royn stóð seg væl í royndini ímóti teimum hvítu úr Havnini, tó so, at tað júst vóru B36 sum megnaðu at spæla seg fram til flestu møguleikarnar. TB/FC Suðuroy/Royn megnaði at halda B36 frá at skora líka til evstu løtu.

Meinhard Egilsson Olsen skuldi enn eina ferð gerast málskjútti fyri B36, tað gjørdi hann eftir 92 minuttum.

TB/FC Suðuroy/Royn stríddist væl allan dystin á tamb og er Teitur Olsen valdur sum ein av teimum bestu hetta umfarið av In.fo og Sosialinum.

Sunnudagin er aftur Betrideildar fótbóltur á skránni, tá kemur AB suður til Stórá og tá skal fyrsta málið í opnum spæli helst koma!

Scroll to Top