Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Hópurin tekur skap

Hópurin tekur skap

| 11/11/15

Sum liður í fyrireikingunum til komandi kappingarár skulu vit hervið boða frá, at síðan kappingarenda hava niðanfyri standandi kenningar hjá felagnum undirskrivað sáttmála:

  • Albert Adu
  • Carl M. Bech
  • Eirikur Magnusarson
  • Gudmundur V. Larsen
  • Hávar Albinus
  • Heini M. Mortensen
  • Kofi Appiah
  • Ndende Guéye
  • Petur M. Mortensen
  • Ragnar Joensen
  • Teitur Justinussen
  • Teitur Olsen
  • Rógvi Joensen hevur sum kunnugt eisini sáttmála við felagið fram til kappingarenda 2017.

Harumframt verða hesir nýggir leikarar hjá TB komandi kappingarár:

  • Salmundur Bech, evnaríki miðvallarin úr Porkeri, sum er 19 ára gamal, hevur tikið av avbjóðingini í Effodeildini komandi kappingarár, saman við okkara monnum og ynskja vit Salmundi hjartaliga vælkomnan til TB.
  • Joslain Mayebi verður komandi kappingarár at síggja millum stengurnar í TB málinum. Joslain er 29 ára gamal og kemur upprunaliga úr Cameroon. Eftir ungdómsárini byrjaði hann sína yrkisleið í FC Metz, í Frankaríkið. Hann hevur m.a. eisini leikt í bestu Ísraelsku deildini Ligat HaAl og á besta liðnum hjá Wrexam FC.
  • Herve Din Din er 24 ára gamal Cameroonskur áleypari, sum m.a. hevur leikt sum yrkisleikari í Vietnam, Tunisia og Gabon. Herve er stórur, skjótur og við sínum 191 cm er hann sera sterkur í luftini.

Høvuðsvenjari verður sum fyrr lýst Robert Roelofsen og hjálparvenjarin verður Karl Øster.

Felagið fegnast um, at hesir allir eru til dystin fúsir kappingarárið 2016, og arbeitt verður víðari við at fáa síðstu leikararnar í hópin.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir av leikarunum og venjaranum, ið vera partur av hópinum næsta kappingár.

Viðmerkingar