Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Høvuðsungdómsvenjari settur

Høvuðsungdómsvenjari settur

| 22/01/19

Sum nakað nýtt í fjør valdu okur at seta ein høvuðsungdómsvenjara í fulltíðarstarv. Hettar var heilt víst við til at hækka um støðið á venjingunum í felagnum, og at fáa gongd á ymsik nýggj tiltøk, eitt nú morgunvenjing, ið var sera vælumtókt. Okkara ynski er at menna felagið og tey tilboð, ið okur kunnu bjóða børnini og ungdómin, og tí var avgjørt at halda fast í at hava ein høvuðsungdómsvenjara í fulltíðarstarv í felagnum. Og nú hevur felagið undirskriva sáttmála við nýggjan høvuðsungdómsvenjara fyri 2019.

Kian Røn

Nýggi høvuðsungdómsvenjarin eitur Kian Røn og er hann 33 ára gamal. Kian hevur royndir sum leikari í næstbestu donsku deildina, áðrenn skaðar foraðu honum víðari. Síðani tá hevur Kian hildi seg innan fótbóltsheimin sum venjari, og tey seinastu 10 árini verið venjari á øllum niveaum. Hann hevur góðar royndir frá dreingja- og gentusíðuni, umframt at hann hevur vant kvinnur og menn.

Av spennandi royndunum hjá Kian, kunnu okur nevna at hann í 2013-2014 var talentvenjari í navnframa danska felagnum AGF, har hansara uppgáva var at venja útvaldar tekniskar førleikar hjá leikarunum. Kian kemur til TB frá einum venjarastarvi í Silkeborg IF.

Kian sigur at hann er ein persónur í brennur fyri fótbóltin og leggur 100% í tey tingini hann arbeiðir við, og sum venjari hevur hann stórt fokus á tað menniskja hann venur.

Sum høvuðsungdómsvenjari kemur Kian at vera tilstaðar tá venjingar eru við Stórá, klárur at vegleiða og stuðla okkara lokalu venjarum, og tryggja at leikararnir fáa sum best burtur úr til venjingunum.

Kian kemur til landið 30.januar, og okur í felagnum eru sera spent uppá at Kian kemur í gongd við arbeiðinum, og at okur saman kunnu halda framm við at menna felag og leikarar.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing