Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Hugsa bara um fótbóltin

| 19/07/13

Í gjárkvøldið kom eitt ferðalag suður við Smyrli, og er tað U17-landsliðið hjá Føroyum, ið skal venja við Stórá fríggjadagin. Sjálv venjingarlegan byrjaði í Havn í gjár, men teir hava valt at nýta fríggjadagin við Stórá, og í hesum sambandi er skipað fyri, at U17 skal leika ein dyst móti besta liðnum hjá FC Suðuroy, og hesin dystur verður leiktur í dag, fríggjadagin, kl. 17.45.

Fríggjakvøldið verður so aftur farið til Havnar, har venjingarlegan heldur á fram í nakrar dagar aftrat.
Ferðalagið er savnað sum liður í fyrireikingunum til NM-kappingina í Hamar í august og EM-undankappingina, ið byrjar í oktober.

Í stuttari samrøðu við venjaratrioina umborð á Smyrli, viðmerktu venjararnir, at teir upprunaliga skuldu spæla móti teimum yngru leikarunum í EFFO-hópinum hjá TB, men tá so nógvir av hesum leikarum eru týdningarmikil partur av  hópinum hjá TB, ið skal leika truplan útidyst móti ÍF sunnudagin, so verður dystur í staðin leiktur móti sera unga FC Suðuroy-liðnum, ið liggur á einum 3. plássi í 1. deild.

Lagt varð aftrat, at U17 hevur verið við Stórá í fjør, og tá vóru teir sera nøgdir við umstøðurnar, hóast nýggja húsið enn ikki varð tikið í nýtslu um tað mundið. Nú verður so sjálvsagt enn frægari, og tá so vallaraheimið, ið tos hevur verið um í seinastuni, eisini kemur, so er ikki neyðugt at flyta seg av økinum, leggja venjararnir skemtandi aftrat.

Annars yvirnáttar ferðalagið umborð á Smyrli, og hóast tað er eitt sindur besverligt at búgva umborð á einum skipi, so staðfesta venjararnir, at alt frá umsitingini hjá Strandfaraskipum Landsins til arbeiðsfólkini umborð á Smyrli hava verið heilt fantastisk at havt við at gera. Haraftrat er maturin góður, og tað eru kømrini eisini, so har er onki at fílast á.

Spurdir, hvussu tað ber til, at U17 kemur at venja við Stórá, so leggja venjararnir dent á tað, at her suðuri eru ongi forstýrandi elementir. Her verður fokuserað á fótbóltin, onki annað! Leikararnir kenna ikki á sær eina trongd til at vera alla møguliga aðrastaðni í senn, og tí er tað deiligt hjá báði venjarum og leikarum at bert fokusera uppá fótbóltin.

So er bert at vóna, at enn fleiri U-landslið fara at leggja leiðina suður at venja við Stórá framyvir, og tey skulu verða so hjartaliga vælkomin. Okur vita jú longu, at umstøðurnar eru tær bestu í landinum.

Annars er tað gamla verjukempan hjá TB, Pól F. Joensen, ið saman við Áka Johansen er venjari hjá U17-liðnum. Kaj Niclasen er málmansvenjari.

Hópurin er annars soljóðandi:

Teit Jacobsen, Heri Mohr, Bartal Wardum og Jákup Ludwig Thomsen úr HB;

Betuel Hansen, Petur Knudsen, Meinhard Olsen, Michal Przybylski, Andrias Poulsen og Karstin Hansen úr NSÍ;

Pól Fláaberg, Jan á Högaryggi og Rói Olsen úr EB/Streymi;

Hjalti Strømsten úr Víkingi;

Jóhan Waag Høgnesen og Mikkjal á Bergi úr KÍ;

Høgni Egilstoft Nielsen úr 07 Vestur.

Ari Krosslá Poulsen úr FC Suðuroy.

Les annars meira um fyrireikingarnar hjá U17 her:

http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=1059&PID=487

HE