Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Impulsskeið fyri venjarum

Impulsskeið fyri venjarum

| 11/03/16

Skeið fyri venjarum í fótbólti og øðrum bóltspølum

Gleði, bóltur og spæl

– um at brúka “bóltin”, tá tað ræður um.

6. apríl 2016 16:00-18:30 í Høllini í Trongisvági.

Endamál og innihald

Við gleðini í miðdeplinum verður arbeitt við grundleggjandi hugsanunum og virðunum, sum eru galdandi, tá talan er um ítrótt, spæl og rørslu á leikvøllinum.

Støði verður tikið í tilfarinum “Bingo bold” og “Brug bolden”. Eitt tilfar sum gevur hugskot um spøl, sum í sjálvum sær eru motiverandi, og sum eru løtt at venja. Eitt sett við 30 kortum, ella tilsamans 90 venjingum, sum luttakararnir kunnu ogna sær fyri 200 kr.

Bóltspøl eiga at innihalda flestu lutir í lívinum – tað at fáa avbjóðingar, at royna seg, at læra, at fegnast, at harmast, at vinna, at tapa, at eydnast og at brúka “bóltin”, tá tað ræður um.

Skeiðið er fyri barna- og ungdómsvenjararí fótbólti, men er avgjørt eisini viðkomandi fyri venjarar í øðrum bóltspølum.

Skeiðið er praktiskt, og lagt verður upp til, at luttakararnir eru virknir. – Eitt skeið í 2½ tíma, har vit gera tað, vit siga!

Málbólkur

Barna- og ungdómsvenjarar í fótbólti og øðrum bóltspølum.

Luttøkugjald

Ókeypis.

Luttakararnir kunnu tó ogna sær tilfarið “Bingo bold” & “Brug bolden” fyri 200 kr.

Tilmelding

Freistin at melda til er úti mikudagin 16. mars 2016. Tilmelding fer fram við at senda ein mail til Charlottu á cn282060@gmail.com ella send eini boð umvegis Facebook.

Instruktørur

Max Rasmussen, fyrverandi DGI og DBU instruktørur.

Max hevur verið instruktørur á fleiri skeiðum í Føroyum. Í 80 og 90-unum hjá FSF  innan fótbólt og síðan aldarskiftið mest fyri námsfrøðingum og lærarum.

Max hevur seinastu 25 árini starvast í DGI sum ráðgevi og instruktørur, og hannhevur havt eitt ótal av skeiðum og tiltøkum fyri venjarum í ymiskum bóltspølum og ítótti annars.

Max Rasmusen er ímyndin av opinleika, gleði, elduhugi og rørslu. Og ikki minst evnar hann at motivera og seta viðkomandi spurningar – spurningar sum samantvinna tað fysiska, mentala og intelektuella.