Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Javnleikur í truplum útidysti

| On 08, May 2012

FC Suðuroy leikararnir vóru sera grammir, tá teir leygardagin tóku móti grannunum úr TB. Sum dysturin leið, kom TB tó fyri seg (Mynd: Eileen Sandá)

FC Suðuroy og TB samdust leygardagin um 1-1 javnleik, men so var tað ikki meira, ið liðini samdust um. Dysturin fer neyvan í søguna fyri gott fótbóltspæl, men hvat spenningi og intensiteti viðvíkur, har væntaði avgjørt onki.

FC Suðuroy hevði undan dystinum móti grannunum av Tvøroyri, ikki megnað at skorað eitt einasta mál í Effodeildini, og einans eitt stig var komið á kontuna. Tískil var týdningurin av einum sigri til heimaliðið sera stórur, meðan TB kanska ikki høvdu eins stórt trýst á sær, givið teirra toluligu byrjan á kappingarárið.

Høvdu knívin á barkanum
Dysturin móti grannunum av Tvøroyri, var ein dystur, ið FC Suðuroy helst mátti vinna, fyri at teir ikki skuldu dragna ov nógv frá hinum liðunum í botninum.
Tað tóktist eisini, sum vóru heimamenn fullgreiðir yvir hetta, og løgdu teir eitt stórt trýst á gestirnar alt fyri eitt. Stóra trýstið gav eisini úrslit eftir bert fýra minuttum, tá afturvendi málkongurin, Jón Krosslá Poulsen kom at standa leysur í TB brotsteiginum. Frísparkið frá Poul N. Poulsen fall heppið fyri føturnar á Jón, sum langaði til. Heppið fyri hann og heimaliðið, so blokeraði onkur skotið, og Ivan Stojkovic í TB málinum kundi síðani bert hyggja at, meðan bólturin smeyg sær í einum bleytum boga upp um hann, og niður við tvørtrænum. Frøðin var, sum vera man, sera stór, tí nú var loksins eydnast FC Suðuroy at fáa hol á málskjótingina, og so móti TB, av øllum liðum.

Álvarsligi skaðin, sum Davis Asare fekk, tóktist at geva TB ein veg inn í dystin aftur, og hendan gagnýttu tvøramenn alt fyri eitt (Mynd: Eileen Sandá)

Skaði broytti dystin
TB hevði tað trupult við at steðga ágrýtnu FC Suðuroy leikarunum, sum høvdu  leikliga yvirvág allan fyrra hálvleik, ella rættari, teir gúppaðu í minni mun burtur, enn gestirnar gjørdu. Flótandi fótbóltspæl, var lítið av á Eiðinum.
Tá fimm minuttir írestaðu av fyrra hálvleiki, máttu FC Suðuroy skifta ganesiska David Asare út, og skaðin var somikið álvarsligur, at hann í skundi varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús. Asare varð tó útskrivaður sunnudagin, og hevur tað eftir umstøðunum gott.
At missa ein so góðan leikara, sum Asare, tóktist at nerva heimaliðið nógv, men 1-0 støðan helt sær tó til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki trektu FC Suðuroy seg eitt sindur longur aftur, og dúvaðu á mótálop, meðan tvøramenn komu meira við í dystin.
Sum heild varð annar hálvleikur merktur av nógvum feilavleveringum og fríspørkum, og júst ein sovorðið var uppleggið til útjavnandi málið hjá TB, smáar tíggju minuttir inn í seinna hálvleik.

Frísparksavleveringin hjá Bojan Timic lá so neyv, at tað nærum ikki kann gerast betur. Martin hevði samstundis rivið seg leysan, og við einari kanónkúlu av einum stútara, javnaði hann fyri TB (Mynd: Bjarni Nygaard)

Ónøgd við fríspark
Frísparkið smekkaði Bojan Timic innfyri, og fremstur og hægstur var Martin Tausen, sum hegnisliga stútaði aldursforsetan á javnt, til stórt skuffilsi fyri heimaáskoðararnar, sum greitt hildu, at Igor Grkajac hjá TB hevði blakað seg til frísparkið. Ikki tykkum at siga, var hinvegin ovurhondstór gleði á nógvu TB fjepparunum.
Hóast nakrar málmøguleikar afturat til FC Suðuroy, og onkran til TB, seint í dystinum, so komu ikki fleiri mál á Eiðinum leygardagin, og tað úrslitið eru tvøramenn uttan iva fegnari um, enn grannarnir fyri sunnan. FC Suðuroy hava nú skorað sítt fyrsta Effodeildarmál, so kanska tað fer at ganga lættari framyvir hjá teimum.

 

Sjálvsálitið veksur fyri hvørt mál, og hvørt stig. Kanska ber myndin brá av, at TB ætla at lætta sær frá botninum, og blanda seg millum liðini longur uppi (Mynd: Eileen Sandá)

Gongur støðugt framá
Hjá TB gongur tað hinvegin eitt sindur betur, og kanska hendan myndin av fegnum TB leikarum sigur meira, enn vit gera okkum far um. Trúgvin á egnan mátt sæst nú í hvørjum dysti, og menn arbeiða hart fyri hvør øðrum. Næsti dystur verður leygardagin kl 16 við Stórá, og tá koma B68 á vitjan. Hetta er dagurin áðrenn 120 ára føðingardag Tvøroyrar Bóltfelags, og tað hevði verið sera passandi, um menn kundu hála eitt gott úrslit burturúr. So verður stóra føðingardagsveitslan leygarkvøldið uttan iva enn betur.

 

HAGTØL
Effodeildin – 7. umfar:

NSÍ-Víkingur 0-2 (0-0)
0-1: Evrard Ble (67.)
0-2: Evrard Ble (75.)

HB-B36 2-1 (1-0)
1-0: Andrew av Fløtum (25.)
1-1: Róaldur Jacobsen (85.)
2-1: Jákup Slættalíð (91.)

FC Suðuroy-TB 1-1 (1-0)

1-0: Jón K. Poulsen (4.)
1-1: Martin Tausen (55.)

ÍF-EB/Streymur 1-2 (1-2)
1-0: Uni R. Petersen (7.)
1-1: Leif Niclasen (15.)
1-2: Arnbjørn Hansen (20.)

B68-KÍ 0-2 (0-0)
0-1: Hjalgrím Elttør (90.)
0-2: Páll Klettskarð (91.)