Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Javnur dystur, men onki stig

Javnur dystur, men onki stig

| 19/06/18

Klaksvíkingar fingu tað teir komu eftir. Uttan at vísa stórvegis spæl ella álopsvilja, so endaði dysturin við einum súrum 0-1 tapi til stórsatsandi KÍ. Eftir nakrar dystir har TB/FC Suðuroy/Royn hava sæð moyrir út og úrslitini minni góð, so má sigast, at grøn/hvíta liðið í dag vísti nakað av tí, sum eyðkendi liðið sum fyri stuttari tíð síðan spældi upp við tey bestu og fekk fleiri framúr góð úrslit. Beinaveg frá byrjan royndi felagsliðið at vísa at á heimavøllinum eru tað suðringar sum bestemma. Harðar taklingar og stríðsvilji sást yvir alla linjuna og eitt KÍ lið sum skilti at hetta fór ikki at gerast ein lættur dystur at vinna.

Leikliga hevði KÍ bóltin meira í fyrra hálvleiki, tó uttan at koma til stórvegis vandamiklar støður. Einar tvær ferðirnar eydnaðist tó at koma fram til máltjansir og tíverri fyri heimaliðið, gav annað av hesum mál. Ein long avlevering eftir jørð var send innum verjuna hjá TB/FC Suðuroy/Royn úr høgru, og so kundi Páll Klettskarð við innsíðuni skora eitt lætt mál. At síggja til, eitt lætt mál, ið verjan møguliga átti at byrt fyri.

Heimaliðið hevði sindur trupult við at spæla seg fram til vandamiklar støður og málverjin hjá KÍ bleiv ikki settur storvegis uppá prøva. Í mun til í fjør, so roynur liðið tó at halda bóltin á jørðini og spæla seg frameftir, ístaðin fyri at senda langar bóltar fram og hopa uppá tað besta.

Seinni hálvleikur gjørdist javnaðar enn tann fyrri. Heimaliðið var betri við og royndi at trýsta, meðan KÍ stillaði seg longri aftur og trillaði uppá tvørs. Tað var sum um, at klaksvíkingar høvdu sett sær fyri at verja 1-0 føringina í hús. Hetta var einki serliga áskoðaravinarligt at hyggja eftir, umframt at málmøguleikarirnir vóru fáir. Liðini fingu tó bæði hvør sín stóran møguleika, ið átti at givið mál.

Fyrst kom KÍ leikari at standa einasamallur framman fyri Rana í málinum hjá TB/FC Suðuroy/Royn, men hann yvirplaseraði sítt skot, so bólturin fór forbí stongina. Einar 15 minuttir áðrenn tíð, kom so útjavnandi møguleikin ið altíð kemur tá støðan er 1-0. Eftir eitt horna, datt bólturin fyri føturnar á Hera Kjærbo, sum fekk hart skot á men tíverri rakti stongina og út. Tættari kom heimaliðið ikki, og tá klaksvíkingar vóru nøgdir við sítt eina málið, hendi ikki meira í dystinum.

Samanumtikið ein heldur javnur dystur við fáum málmøguleikum. Heimaliðið royndi og stríddist betri enn undanfarnu dystirnar, so her er heilt sikkurt okkurt gott at byggja víðari uppá til jóansøkudystin móti oddaliðnum HB. Hópurin er tunnur og kortini fá at blanda, so uppgávan er stór fyri Glenn at fáa kabalina at ganga upp. Tó so, tað ber til, og je trúgvi sjálvur eisini uppá at tað ber til.

Annars stuttligt at síggja mongu fjepparnar hjá útiliðnum, sum vóru komin suður at stuðla sínum liðið, og samstundis minni stuttligt at síggja fjøldina, ið stuðlar heimaliðnum, tykist minka tá úrslitini ganga ímóti.

Ringasta fyri eitt lið, tá ið tað gongst illa á vøllinum, man verða at síggja at egnu viðhaldsfólk venda liðnum bakið. Her mugu okur taka annað skinn um bak og heldur vísa í verki, at okur standa saman og stuðla oynni og felagsliðnum. Tað gevur nakað eyka fyri leikarnar á vøllinum, og allur stuðul ger mun nú úrslitini ganga ímóti.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing