Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

John Villi er eisini TB-ari í 2020

John Villi er eisini TB-ari í 2020

| 12/12/19

Ungi og evnaríki John Villi Wøldike Leo, hevur í dag longt sáttmálan við Tvøroyrar Bóltfelag, soleiðis at hann eisini er galdandi fyri 2020. 22-ára gamli miðverjin hevur sína fótbóltsuppaling í FC Suðuroy, har hann hevur leikt 84 dystir fyri besta liðið. Í 2017 og 2018 spældi hann so við Stórá, tá samstarvið um felagsliðið TB/FCS/Royn enn var til.

Sítt veruliga gjøgnumbrot í bestu mannsdeildini, fekk hann í 2018, og serliga í ár, hevur hann ment seg til at vera ein av lyklaleikarunum á besta liðnum hjá TB. Ungi vágbingurin, ið eisini er hálvur tvøramaður, spældi 28 dystir fyri TB í 2019 og skoraði eitt mál.

John Villy er eyðsýndur á vøllinum. Skjótur og sterkur og tekniskt væl fyri. Í Tvøroyrar Bóltfelag eru vit sera glað fyri at hava fingið undirskriftina uppá pláss og síggja hetta sum eitt kærkomið íkast, til ein sera spennandi, ungan hóp í 2020.

TB ynskir John Villi enn eitt gott ár í TB og vónar at hann, saman við liðnum, fær eitt gott og mennandi kappingarár.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing