Jón Johannesen høvuðsungdómsvenjari

Tvøroyrar Bóltfelag skrivaði í gjárkvøldið undir sáttmála við Jón Johannesen sum høvuðsungdómsvenjara. Høvuðsungdómsvenjarin fer at samstarva tætt saman við ungdómsvenjararnir í felagnum. Umframt hetta so hevur FSF knýtt fótbóltsmennarar at øll feløg í Føroyum, ið Jón og TB eisini fara at samstarva við fyri at menna ungdómsfótbóltin í felagnum.

Vit fegnast um at Jón Johannesen hevur ynskt at taka hesa uppgávuna á seg og vóna, at hetta fer at menna ungdómsfótbóltin í felagnum.

Í næstum verður kunngjørt nær venjingarnar hjá teimum yngru byrja aftur og hvør verður venjari á ymsu liðunum.

Á myndini, ið Bjarni Nygaard hevur tikið, síggjast Jón Johannesen (høvuðsungdómsvenjari í TB) og Poul Erik Smedemark (formaður í TB)

Scroll to Top