Jón Krosslá Poulsen toppskjútti

Jón Krosslá Poulsen leikti ikki nógv í fjør við Víkingi, 349 minuttir blivu tað til í alt, tí hann var nógv darvaður av álvarsligum skaða. Undan kappingarbyrjan var sáttmáli skrivaður við Jón Krosslá Poulsen til TB/FC Suðuroy/Royn og má sigast, at hann hevur sanniliga funnið góða, gamla máltevi fram aftur.

Higartil hevur Jón Krosslá Poulsen skotið fimm mál í sjey dystum. Fýra av teimum er skotin í teimum fimm fyrstu umførunum í Effodeildini, tað fimta er skotið í steypakappingini. Hann er sostatt deildur toppskjútti í Effodeildini – Patrik Johannesen hevur eisini skorað fýra mál í Effodeildini.

Umframt Jón Krosslá Poulsen, so hevur Poul Ingason skotið trý mál. Búi Egilsson, Dánjal Godtfred og Salmundur Bech hava skotið hvør síni mál. Talvan niðanfyri vísir yvirlit yvir málskjúttar hjá TB/FC Suðuroy/Royn í bæði Effodeildini og steypakappingini.

Scroll to Top