Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Kappingar á jóansøku

Kappingar á jóansøku

| 25/06/18

Sjálvt um jóansøkan í ár var hildin í Vági, høvdu okur eisini nógvar kappingar heima við Stórá.

Leygardagin vóru tað U7 børnini, U11 dreingir, U13 gentur og annað U13 dreingjaliðið hjá okkum, ið vóru í gongd.

Hjá U7 vóru B36 og Giza Hoyvík komin suður at spæla ímótur okkara minstu. Sera stuttligt at síggja øll hesi fittu børnini tuska runt á vøllin, og vóru tey øll sera røsk. Aftaná kappingina fingu øll børnini hvør sína medalju.

At spæla kappingar og dystir á heimavølli, er sjálvsagt nakað okkara børn gleða seg til. Endiliga at kunnu spæla á sínum egna heimavølli, har mamma og pabba, ommur og abbar osv. koma at hyggja. Tìverri vísir tað seg ferð eftir ferð, tá okur hava kappingar á heimavøll, at útiliðini ikki møta upp.

Og hetta vikuskifti var onki ørvísi.

Ringast var hjá U11 dreingjum. Okur hava tvey U11 dreingjalið, og bæði liðini áttu at hava kapping á heimavøll hetta vikuskifti, og gleddu teir seg óført. Tíverri vísti tað seg at koma so nógv avboð til einu kappingina, at hon mátti avlýsast. Bert HB søgdu at teir komu, og tí var avgjørt at sláa báðar kappingarnar saman í eina. Og teir høvdu eina fína og spennandi kapping. Kappingin bleiv avgjørd í síðsta dystin millum TB og HB, og vóru tað heimadreingirnir, ið vunnið dystin og harvið eisini jóansøkusteypið.

Næst var tað kapping hjá U13 dreingjunum. Har vóru mótstøðuliðini hjá okkara dreingjum HB og EB/Streymur. Okkara dreingir spældu fínan fótbólt, men høvdu ringt við at fáa bóltin í mál, og so var tað EB/Streymur, ið fóru norður við jóansøkusteypinum.

Síðsta kappingin leygardagin, var hjá U13 gentunum. Her vóru NSÍ og Vìkingur komnar suður at spæla. 07 Vestur høvdu melda avboð. Keðiligt eftirsum at okur hava verið til tvær kappingar har vesturi, áðrenn kappingin her skuldi spælast.

Veðrið hevði ikki verið nakað at reypa av allan dagin, men nú genturnar skuldi spæla, bleiv tað sera ófantaligt við vind og regn. Tíbetur var hetta ikki nakað, ið darvaði okkara røsku gentunum. Fyrst ein stórsigur ímóti NSÍ og aftaná ein tættari dystur ímóti Víkingi, har tær tó vunnið trygt til endans. Leikliga mennast hesar gentunar fyri hvørja kapping tær spæla, og gott at síggja at tær nú eisini fáa bóltin í málið. TB genturnar syrgdu sostatt við tveimum sigrum fyri, at jóansøkusteypið bleiv verandi her suðri.

Sunnudagin vóru so aftur kappingar og dystir á skránni við Stórá.

Fyrstar í eldin vóru U15 genturnar, ið tóku ímóti 07 Vestur. Ein spennandi dystur, ið bleiv avgjørdur tá Róa Müller við einsamalla málið í dystinum, syrgdi fyri at sigurin og steypið komu í hús.

Eftir vóru kappingar hjá U11 gentum, og U13 dreingjunum, men at kalla tað eina kapping hjá U13 er kanska í so nógv sagt. Bert MB komu suður at spæla. Tann eini dysturin endaði við einum sigri til MB, og fingu teir steypið norður við. Tíbetur høvdu U15 genturnar hjá TB og 07 Vestur, ið høvdu spælt áðrenn, meira orku í sær, og spældu tær ein kamp ímóti U13 dreingjunum. U15 genturnar hjá TB ímóti U13 dreingjunum hjá MB, og U15 genturnar hjá 07 Vestur ímóti U13 dreingjunum hjá okkum. Fìnasta slag, so at børnini fáa leikt fótbólt, ið er tað týdningarmesta, og endamálið við at skipa verður fyri kappingum.

Hjá U11 gentunum vóru HB, NSÍ og 07 Vestur komin leiðina suður. Her vísti tað sær at NSÍ genturnar vóru tær stinnastu, og vunnið kappingina, og jóansøkusteypið norður við til Runavíkar.

Ein jóansøku við nógvum fótbólti við Stórá er farin afturum, men eisini vóru onkur av okkara liðum í Vági og spældu.

U9 dreingir og gentur spældu kapping í Marghøllini leygardagin. Eisini spældu 2.deild kvinnur dyst í Vági. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum, og eftirsum spælt var um steyp, mátti avgerast við straffikapping. Her vóru tað okkara kvinnur, ið vóru betri og vunnið 4-3.

Hóast veðrið ikki altíð var sum bestilt, so var tað eitt væleyðna vikuskifti, har okkara leikarir, og tey, ið komu suður at spæla ímóti okkum fingu spælt nógvan fótbólt og hugnaðu sær við fótbóltin. Og tað er tað, ið tað snýr seg um í síðsta enda.

Stóra tøkk til øll, ið hjálptu til í vikuskiftinum. At foreldur og onnur geva okkum eina hjálpandi hond, er avgerðandi fyri at eitt slíkt vikuskifti skal kunnu vera væleydna.

Síðst, men ikki minst tøkk til TG Seafood, Breyðkassan og Alval, ið hava stuðla við steyp og medaljur. Uttan iva nógv børn, ið fóru glað til songar, og medaljan liggjandi á náttborðinum.

Ungdómsdeildin

Myndasavn

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing