Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Kappingarárið 2014 í myndum

Kappingarárið 2014 í myndum

| 25/11/14

Kappingarárið 2014 hevur verið eitt ár, ið vit kunnu líta aftur á við ymiskum brillum, men eitt er vist, at vit so dyggiliga leiktu okkum upp í bestu deildina aftur.

Millum annað, so kann sigast, at tað næstan aldrin var nakar spenningur um vit fóru at flyta upp, serstakliga ikki í seinnu helvt.

Tað gjørdist eina tíð meira spennandi at hyggja í søgubøkurnar (les: FaroeSoccer) og vita um okkara lið kundi sláa metið og fáa flest stig í 1. Deild nakrantíð. Tað eydnaðist okkum ikki, men spenningurin hesum viðvíkjandi var stórur í nøkur umfør.

Kappingarárið 2014 er avmynda í stóran mun og tí hava vit nú savna tær myndirnar, ið undirritaði hevur tikið, saman í eitt savn, ið kann síggjast á netinum.

Vitja myndasavni fyri 2014 her.

Kykmyndir

Umframt stillmyndir av árinum eru flestu heimadystirnir upptiknir av Bjarna og Leivur Nygaard og eru nøkur brot at finna á Facebook bólkinum hjá felagnum.

TB – FC Suðuroy

Eitt nú er ein umleið 10 minuttir kykmynd av grannadystinum við Stórá millum okkum og vágbingar. Hesin dysturin var kanska ein hin besti í kappingarárinum og hevði alt ein kundi ynskja sær frá einari slíkari uppgerð, tó uttan ein TB sigur, men javnleikurin kom í evstu løtu og munnu mong í TB meta hetta sum meira enn bara ein javnleik.

Leinkja til kykmyndina av TB – FC Suðuroy

TB – NSÍ

Málini frá dystinum millum okkum og NSÍ eru eisini tøk inni á bólkinum.

Leinkja til TB – NSÍ

TB – 07 Vestur

Eisini málini millum TB – 07 Vestur eru at finna.

Leinkja til TB – 07 Vestur