Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Kappingarskráin fyri Effodeildina

Kappingarskráin fyri Effodeildina

| On 20, Dec 2014

Kappingarskráin fyri Effodeildina í 2015 er løgd av FSF. Byrjanin av kappingarárinum fyri Effo-fótbólt verður 1/3, undarliga fyribrigdi er tó at tað verður byrja við 2. umfarið, meðan fyrsta umfar verður leikt 7. og 8. mars.

Hvør orsøkin er til tess er ilt at gita um, men undarligt sær tað út – hetta er tó ikki einasta undarliga við sjálva kappingarskránna til kappingarárið.

Kappingin hjá okkum byrjar við heimadysti móti KÍ. Eftir tað gongur leiðin til Argir hin 8. mars. Longu í triðja dysti skulu vit til Vágs at spæla móti hinum uppflytarunum úr 2. deild, sum í evstu løtu tryggjaðu sær sætið í Effodeildini.  Tann dysturin verður leiktur 14. mars.

Nevnivert er at vit í 2015 fáa enn eina ferð tveir útidystir móti grannunum fyri sunnan – hetta hevur verið galdandi, um hugsa verður um tey bestu liðini hjá báðum feløgum, í 2014, 2012 og í 2009. Har í millum var eitt ár, tá bestu liðini hjá báðum feløgunum vóru í somu deild. Tað var í 2011, tá bæði liðini vóru í 1. deild.

Á Jóansøku, sum í ár aftur verður hildin á Tvøroyri, taka vit í móti EB/Streymi. Hetta er samstundis seinasti dystur áðrenn leikarar og venjarar fáa ein summarsteðg. Dysturin móti EB/Streymi verður leiktur 26. juni og fyrsti dystur eftir summarsteðgin verður 27. juli móti Víkingi í Gøtu.

Um hugt verður eftir dystarskránni sum heild sæst, at vit hava tveir útidystir móti AB og EB/S umframt FC Suðuroy. Verður hugt eftir stigatalvuni fyri 2014 í Effodeildini sæst, at hesi liðini lógu í tyngra endanum av deildini, tá avtornaði.

Vit kunnu tó gleðast um, at vit sleppa at enda kappingarárið við Stórá, tá vit leika seinasta dyst móti Víkingi og vónandi kunnu hátíðarhalda enn eitt ár í bestu deildini hjá monnum.

Fyrstu helvt av kappingarárinum leika við 9 heimadystir og 8 útidystir. Seinnu helvt leika við 4 heimadystir og 6 útidystir.

Fulla leikskráin sæst her.