Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Kári Niclasen til minnis

Kári Niclasen til minnis

| 15/05/19

TB liðskiparin Kári Niclasen andaðist sunnudagin einans 56 ára gamal

Kári var liðskipari á TB liðnum sum í 1987, undir leiðslu av Egil Steintórsson, vann FM heitið, sum higartil er okkara seinasta.

Tað var ikki av tilvild at Kári var okkara liðskipari, bæði dugnaligur leikari og eisini framúr persónur, sum øll kundu góðtaka sum liðskipara.

Nú verður hann borin út av Tvøroyrar kirkju í morgin (tórsdagin) og vit siga farvæl til henda persón sum gav TB so nógv.

Vit fara at minnast Kára fyri hansara góðu  persónligu eginleikar og fyri tað hann gav  okkum sum TB leikari.

Æra verði minni um Kára Niclasen.

Nevndin.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing
Næsta grein

Hetta er nýggjasta greinin