Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Keðiligur ósigur á heimavølli (við myndum)

| 12/05/13

1. deild: TB 1-2 B36

Eini 40 fólk høvdu sunnudagin leita sær vestur til vøllin við Stórá, har 1. deildarliðini hjá TB og B36 møttust kl.1500.

Veðrið var sera vánaligt, nógv regn og fitt av vindi vestureftir vøllinum. Hartil var tað sera kalt í luftini.

TB, sum fyrst vardi vestara málið, byrjaði við hesum 11 á vøllinum: Predrag í mál, Benjamin á høgra bakki, Petur á vinstra bakki og Jón Tórur og Mikal í miðverjuni. Á miðvøllinum hendan dagin vóru Einar, Carl og Rógvi, meðan Ragnar Tausen var vinstri vongur, Eirikur høgri vongur og Chris einsamallur í álopinum.

Dysturin byrjaði róliga og spælið var ósamanhangandi. Longu eftir 10. min metti dómarin, at Mikal hevði norti bóltin við arminum í egnum brotsteigi og brýgslaði fyri brotsparki til B36. Áskoðarnir vóru alt annað enn samdir í hesi avgerð, men tað legði Tóki á Lofti hjá B36 einki í og setti brotsparki í netið.

TB royndi eftir hetta at leggja trýst á B36 og hevði klárt bóltin meira, men tað eydnaðist sera sjáldan at spæla seg fram til málmøguleikar. B36 lá aftarliga og vardi og royndi seg so við skjótálopum.

Tá knappir 20. min vóru leikir, fangaði veteranurin Einar ein leysan bólt áraka B36 brotsteigin og royndi seg við skotið. Málmaðurin bjargaði í fyrstu atløgu, men bólturin stak beint út í føturnar hjá Chris, sum langaði bótin í netið til 1-1.

IMG_3507

Einar skýtur…

IMG_3510

Chris fylgir upp og javnar til 1-1

Restina av fyrra hálvleiki fyrigekk á sama hátt, TB hevði bóltin og B36 stóð bíðandi aftarliga og royndi seg við skjótálopum. Tað eina B36 skjótálopið endaði við, at B36 leikari skallaði bóltin á stongina og út, meðan arðu ferð kolldømdi dómarin eitt B36 mál, tí B36 leikari stóð offside. Harútyvir hendi ikki meir í fyrra hálvleiki.

Seinni hálvleikur gjørdist meira javnur, og spæli gekk mest fyri seg á miðum vøllin. TB hevði regni og vindin í ryggin men kláraði ikki gagnýta hetta til egnan fyrimun.

IMG_3573

Jákup Joensen skallar sigurin í hús

B36 sum í hálvleikinum hevði skift Sandra Færø inn á vinstra vong, kom til fleiri góðar møguleikar, sum Færø skapti við sínum skjótleika. Tá umleið 60. min vóru leiktir fór fyrrnevndi Færø aftur til stroks í vinstru og legði eitt perfekt innlegg í pannuna á Jákup Joensen, sum ongar trubuleikar hevði við leggja B36 á odda 2-1.

5 min. seinni fekk Chris ein risamøguleika at javna, tá han kom at standa púra einsamallur frammanfyri B36 málið, men hann rakti tíverri bóltin sera illa, sum tí fór bæði uppum og við síðurnar av.

IMG_3611

Einar snýtur alla B36 verjuna og er nær við at javna

TB hevði sum heild sera trubult at spæla seg fram til málmøguleikar og ikki fyrr enn vanliga leiktíðin var farin, fekk TB aftur møguleikan at javna og bjarga sær annað stigið. Einar brillieraði í B36 brotsteiginum og snýtti einar 3-4 B36 leikarar, áðrenn hann royndi seg við skotið, sum B36 málverjin, tíverri fyri TB, hegnisliga bjargaði.

Alt í alt ein illa leiktur dystur í vánaligum veðrið, sum heilt víst gjørdi sítt til at spælið ikki bleiv betri.

Til seinast kann nevnast, at TB málverjin, Predrag Markovic, fleiri ferðir hevði trubult við at raka bóltin á váta undirlagnum, sum gjørdi at bólturin ferðaðist sera skjótt. Hetta mundi 10 min. áðrenn leiklok endað við máli til B36, tá Mikal legði eina róliga avlevering aftur til Predrag, sum heilkiksaði og rakti við síðurnarav bóltinum. Lukkutíð fyri Mikal, Predrag og TB trillaði bólturin 5 cm við síðurnar av TB málinum.

JRS

[nggallery id=26]

Viðmerkingar