Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Kend andlit aftur í TB

Kend andlit aftur í TB

| 13/07/19

Hóast summarið byrjaði við at Stefan Radosavljevic og Teitur Olsen leiktu teirra seinastu dystir fyri TB á hesum sinnið, so hevur summarið eisini ført við sær, at fleiri kend andlit verða at síggja í svarthvíta búnanum við Stórá eftir summarsteðgin.

Flytingargluggin er latin aftur og hevur arbeitt verið miðvíst fyri at tryggja leikaratilgongd eftir at Stefan, Teitur, Tormóður og møguliga Luc fara av Tvøroyri. Hetta arbeiði hevur borið frukt og vera hesir leikararnir at síggja í TB eftir summarsteðgin.

Rógvi Joensen (26 ár (leygardagin), 111 dystir í Betri Deildini)
Heine Mortensen (28 ár, 30 dystir í Betri Deildini)
Eirikur Magnuarson (25 ár, 126 dystir í Betri Deildini)
Martin Tausen (29 ár, 162 dystir í Betri Deildini)
Ken Fagerberg (30 ár, 48 dystir í Betri Deildini)

Allir teir fyrstu fýra eru fyrrverandi TB-leikarir meðan Ken kemur frá 07 Vestur. Har hava systkinabørnini Martin og Eirikur eisini leikt. Rógvi og Heine koma heim úr København.

Einaferð TB, altíð TB.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing
Næsta grein

Hetta er nýggjasta greinin