Klassikarin í Gundadali HB – TB

Komandi sunnudag fara HB og TB at takast í Gundadali. Bæði liðini liggja jøvn á stigatalvuni við 5 stigum hvør. Byrjanin hjá HB hevur verið eitt sindur misjøvn, men við sigrinum í Klaksvík, og tá TB kemur á vitjan, ætlar HB sær uttan iva at fáa glið á kappingina. HB vann ein tiltiknan ”HB-sigur” móti KÍ, har teir ikki gjørdu meira enn neyðugt. Gamaní, hevði KÍ nógvar møguleikar, men HB er einaferð HB, og teir duga væl at vinna torførar dystir.

TB hevur mistrivist í Gundadali í ein hálvan mansaldur. Seinast TB vann móti HB var í 1991. Tá vann felagið 2-1, tað var Jón Johannesen ið skoraði bæði málini fyri TB í tí dystinum. Eftir hetta hevur gingist stak illa í hond, men TB hevur víst í ár, at tað kann gera nøkur gleps og vónandi kann TB bøta um ringu hagtølini móti HB á útivølli sunnudagin.

Trøini veksa ikki inn í himmalin, og bert tí at TB hevur fingið 2 javnleikir í torførum umstøðum og vunnið á Eiðinum, mugu menn gera sær greitt, at HB í Havnini er torførasta útivallaruppgávan í Føroyum. Hjá okkum kemur onki av sær sjálvum, menn mugu vísa góðan stríðsvilja og hugburð fyri at tað skal røkka til stig í Gundadali. 

Tað gleðiliga fyri TB er, at Adu er klárur aftur eftir leikbannið, hann fekk móti KÍ. Annars, eru allir mans tøkir til dystin.

Heimasíðan ynskir øllum ein góðan dyst sunnudagin.

Scroll to Top