Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Kristian Michelsen á landsliðnum

Kristian Michelsen á landsliðnum

| 20/04/15

Kristian V. Michelsen, ið fyri stuttum var úttikin til U17 landsliði, spældi sín fyrsta landsdyst í gjár.

Í døgunum 18-19-21 Apríl er FSF vertur, fyri altjóða UEFA kapping, fyri U16 landsliðið hjá dreingjum. Og tá føroyska landsliði í gjár spældi mótið Wales, var okkara 14 ára gamli Kristian V. Michelsen við frá byrjan. Kristian spældi allan dystin í miðverjuni.

Kristian er ímillum yngru leikararnar á U16 landsliðnum, leikarirnir hjá Føroyska landsliðnum eru frá 1999-2000, meðan leikarirnir umboðandi hini londini sum oftast eru føddir tríggjar teir fyrstu mánaðirnir í 1999.

Vit í TB ynskja tær, Kristian hjartaliga tillukku við tíni fyrstu landsliðsluttøku og góða eydnu framyvir.