Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Kunnandi fundur um Fótbóltslógina

Kunnandi fundur um Fótbóltslógina

| 22/03/17

Lassin Isaksen frá FSF, kemur suður næsta tórsdag, at halda kunnandi fund, har evni verður Fótbóltslógin 2017.

Lassin fer at at tosa um døming og undirvísa í broytingunum í Fótbóltslógini.

Fundurin verður í húsinum Við Stórá tórskvøldið tann 30. mars  kl. 19:00.

Øll, ið døma fyri TB/FC Suðuroy/Royn, verða biðin um at møta.

Annars eru øll fótbóltsáhugaði vælkomin til fundin við Lassin Isaksen.

FSF bjóðar pizza í samband við fundin.

Mynd: Rúni Gaardbo, dómari