Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Leikaratátturin: Hans Fróði Hansen

| 31/01/13

Vit seta spælarum og venjarum nakrar spurningar og svarini kunnu tit so lesa her. So hava vit okkurt at undirhalda okkum við, nú bíðitíðin kenst í so long.
Fyrstur á “bananum” er nýggi venjari okkara, Hans Fróði Hansen.

Navn: Hans Fródi Hansen
Føðiár: 25/08/75
Hædd: 191cm
Pláss á liðnum: Midverji
Lið umboðaði: LÍF, B68, HB, FC Sogndal, FC FRAM, FC Breidablik, TB

Hví valdi tú fótbóltin sum tína ítróttargrein?
Tí tað gav mær gleði og avbjódingar.

Tú byrjaði í LÍF í Leirvík, nær gjørdist tað greitt fyri tær, at tú vildi meira enn 1. deildarfótbólt og hvat gjørdi tú fyri at koma víðari? 
Sum 16/17 ára gamal, vildi eg sleppa at spæla í bestu deildini og í toppinum í FØ, so eg flutti til B68 í ’96 og so til HB í ’97 og vann greipuna í ’98 við HB.

Tú hevur umboðað fleiri lið í bestu føroysku deildini, er nakað tíðarskeið, ið tú metir sum eitt serliga gevandi tíðarskeið? 
Árið ’98 í HB var eitt læruríkt og spennandi ár. Lærdi hetta árið hvat tað er at vinna og hvat skal til, um ein ynskir tað.

Tú kom til TB í 2012, hvussu bar tað til? 
Frúan fekk arbeiði á Suðuroyar Sjúkrahúsi og tað frættist nokk skjótt, so Kim Roest var skjótur at fáa meg til TB.

Hvussu hevur tú verið móttikin av spælarum og viðhaldsfólki? 
Eri sera væl móttikin av øllum á Tvøroyri, bæði á og uttanfyri vøllin.

Hvat var tín meting av tí spælaratilfari, ið tú sá, tá tú fyrstu ferð vandi saman við TB-arunum í 2012 og so metingin í dag, nú tú er venjari? 
Málsetningurin var ov lágur samanborið við spælaratilfarið sum var í 2012. Spennandi spælaratilfar í ár, eins og í fjør.

Hvat metir tú styrkina vera hjá TB-liðnum og hvat er veikleikin? 
Væl fyri fysiskt, samanhaldið og tad kollektiva. Veikleikin er nokk at man ikki trýr nokk uppá sínar dygdir og styrkir.

Metir tú tað hava týdning, at TB hevur fingið Einherjar at stuðla sær til dystir bæði úti og heima? 
AVGJØRT. Vóni teir verða enn betur í ár, eins og vit skulu verða tað.

Er tað nakað serligt við Einherjum, ið tú vilt nevna? 
Gleðin og at man stuðlar líkamikið hvussu tad gongst á vøllinum.

Umstøðurnar kring nýggja vøllin, metir tú at tær fara at hava nakran týdning fyri avrikini á sjálvum vøllinum? 
Ja um vit trúgva uppá okkara styrkir og vilja verja borg.

Heldur tú, at vit skjótt fara at síggja ein TB-leikara á landsliðnum, og um ja, hvør verður hann so? 
Tad eru fleiri av teimum ungu sum hava viljan + dygdirnar til tad og fáa vit menn á U-21, so er ikki langt til A-landsliðið.

Er nakar, ella nakrir spælarar tú vilt siga nakað um? 
Vil ikki nevna nakað navn, men teir eru fleiri, í hava rættan hugburð, og eru teir, ið TB skal byggja á.

Hvør verður toppskorari hjá TB í ár? 
Poul Ingason

Besti spælari í deildini: 
Ndende.

Hvørjum plássi á stigatalvuni fara tit eftir í ár? 
Vit fara inn at VINNA HVØNN DYST og so síggja vit hvar á talvuni vit eru, tá árið er liðugt.

Stuttligasta uppliving síðan skiftið til TB: 
Tad eru nógvar, men løtan á Toftum har vit javna og túrurin heimaftur hevdi nógv at bjóda uppá .

Ynski fyri 2013:
At liðið vísir ein góðan og seriøsan hugburð.

Viðmerkingar annars: 
Hevði ynskt at man sá meira til Tvørafólk rundan um felagið, tí tað er so nógv sum skal gerast um alt skal hanga saman og eydnast væl.

Boð uppá topp 3 í Effo-deildini: 
Ringt at siga, men vænti tad verða fleiri aftur um boðið í ár.

Fótbóltsfakta um Hans Fróða:
http://www.faroesoccer.com/player.php?PlayerName=H&gender&_&playerID=148